Hóast partar av samtakinum høvdu hall, vísti samlaði roknskapurin eitt avlop á 190 milliónir krónur.
Talan er um eitt fíggjarliga sterkt samtak við 2,2 milliardum krónum í eginpeningi. Eitt samtak, sum stendur sterkt hóast ódnir, fíggjarkreppu og bankakeyp.
Eftir skatt vísa uppgerðirnar, at móðurfelagið, TF Íløgur og Tryggingarfelagið Føroyar hava eitt positivt úrslit eftir skatt, meðan Betri pensjón, TF Ognir, FICG og Eik Banki hava hall. Hetta gav samtakinum eitt samanlagt avlop í 2011 á 189,8 milliónir krónur eftir skatt. Solvensurin hjá samtakinum er 29,7% í mun til kravið, ið er 8%.
Fyri TF samtakið eru tað serliga trý viðurskifti, sum hava eyðkent 2011. Tað er, at samtakið hevði flestu tryggingarskaðar í søgu felagsins, at størsti einstaki skaðin nakrantíð hendi, tá ið Athena brendi, og at keypið av Eik Banka vísti seg at vera ein góður handil.
Eik Banki hevði, í tíðarskeiðnum har TF Holding fekk avgerandi ávirkan, eitt hall á 132,2 mió. kr. eftir skatt. Hallið stavar serliga frá stórum burturleggingum av útlánum og ábyrgdum, sum vóru á 191,7 milliónir krónur í 2011, og einum halli á 101,1 millióónum krónur av kapitalpørtum í associeraðum og tilknýttum feløgum.
Í november 2011 vóru Føroyar raktar av ódnini Berit. Henda ódnin førdi við sær, at 3.400 skaðar vórðu fráboðaðir Tryggingarfelagnum Føroyum, harav um 81% skaðar vóru á bygningar. Í hesum sambandi rindaði Tryggingarfelagið Føroyar 52 mió. kr. til skaðaraktar tryggingartakarar.
Í fjør hevði Tryggingarfelagið Føroyar eisini størsta einstaka skaðan í søgu samtaksins, tá ið Athena brendi við bryggju í mai mánað. Nógvar kreftir vóru eisini settar av at viðgera henda skaðan, sum longu var avgreiddur góðar tveir mánaðir eftir, at eldur var komin í. Úrslitið hjá Tryggingarfelagnum Føroyum varð eitt avlop á 3,5 mió. kr. eftir skatt.
Pensjóns- og lívstryggingarvirksemið hjá samtakinum er framvegis í menning. Úrslitið hjá Betri pensjón fyri 2011 gjørdist eitt hall á 7 mió. kr. eftir skatt. Hallið er góðar 6 mió. kr. minni enn í 2010. Samanumtikið gjørdist árið 2011 eitt gott ár, har tryggingargjøldini, íroknað innskot, vóru 124 milliónir krónur.









