- Tað er ikki brot á góðan virkissið at velja fyrrverandi stjóra til nevndarformann. Hetta verður brúkt í fyritøkum, ið ynskja at halda fram á somu kós, ið fyritøkan hevur sett sær, sigur Tryggingarfelagið Føroyar, sum nú verjir seg móti »skeivleikum í fjølmiðlinum« á heimasíðu felagsins.
Tryggingarfelagið vísir á kritikkin um, at TF samtakið hevur brotið góðan virkissið við at fyrrverandistjórin er settur í starvið sum nevndarformaður.
? TF samtakið leggur dent á at fylgja góðum virkissiði, og undanfarnu broytingarnar í nevndini bróta ikki við hetta. Eisini er alsamt meira vanligt, at fyrrverandi stjórar gerast nevndarformenn. Hetta verður ikki hildið vera brot á góðan virkissið, men verður valt í fyritøkum, ið ynskja at halda áfram við tí kós, ið fyritøkan hevur sett, skrivar felagið á heimasíðuni.
Felagið vísir á fleiri dømi um stjórar, ið eru vorðnir nevndarformann, í donskum vinnulívi ? t. d. Michael Pram Rasmussen frá TopDanmark, Mads Øvlisen frá Novo Nordisk og ikki minst Lars Nørby Johansen frá Falck, sum jú eisini er ein av høvuðspersónunum aftanfyri donsku tilmælini um góðan virkissið.
Eisini sigur felagið, at við fráfarna stjóra á odda er eginpeningurin hjá TF samtakinum vaksin knappa milliard upp í 1,7 mia. kr. Hetta er ein menning, ið nevndin hevur ynskt at halda áfram við.
Sambært Tryggingarfelagnum, so eru nevndarsamsýningar og stjóralønir als ikki ov høgar. Felagið sigur, at um borið verður saman við samsýningar í líknandi fyritøkum, so eru tær í roynd og veru lægri í TF samtakinum, hóast einki verður sagt um, hvussu høgar tær eru. Tó verður víst á, at umboðsráðslimir fáa 4.000 krónur um mánaðin.
Tíðindaskrivið kann lesast VIÐ AT TRÝSTA HER