TF Holding hevur keypt meirilutan í Eik

Sum skilst hevur TF Holding keypt meirilutan í Eik Banka. Portalurin veit, at landsstýrið og Fíggingargrunnurin hava verið upp á tal sum møguligir keyparar, men tað er ikki váttað. LÍV er eisini sett í samband við at keypa, men tað er ikki rætt, veit Portalurin. Tað fæst at vita um gott og væl ein tíma, tí TF Holding hevur tíðindafund klokkan 11.

Henning Kruse Petersen, nevndarformaður í Fíggjarligt Støðufesti, segði við FinansWatch í gjár, at ein loysn er funnin, og nú restar bara góðkenningin frá nevndini í.

- Eg kann siga somikið, at vit hava funnið eina haldbara loysn. Meira fái eg ikki sagt júst, segði Henning Kruse Petersen í gjárkvøldið.