TF Holding bjóðar

- Ja, vit eru áhugað at keypa helvtina av LÍV. Tað staðfestir Regin Hammer, sum sigur seg kunna bjóða eina loysn, ið er góð fyri allar partar. TF Holding hevur í vikuni gjørt Vinnumálaráðnum greitt, at teirra tilboð um at keypa helvtina av Føroya Lívstrygging stendur við

- Vit hava sagt tað áður, og vit siga framvegis, at vit eru áhugað at keypa. Tað sigur Regin Hammer, forstjóri í TF Holding.
Higartil hevur TF Holding fingið krakk, ikki minni enn tvær ferðir. Fyrst tapti felagið kappingina við BankNordik, og síðani varð felagið sett út á síðulinjuna, tá fakfeløgini í fjør vár bjóðaðu seg fram.
Men fíggjarligi risin er tolin.
- Vit eru sannførd um, at føroyski eftirlønar- og lívstryggingarmarknaðurin kann skipast betri enn í dag. Vit hava eitt boð uppá, hvussu vit skipa føroyska marknaðin so optimalt sum møguligt, soleiðis at føroyingar fáa so lágt umsitingargjald sum møguligt tá umræður lívstryggingar, samstundis sum full kapping verður tryggjað á pensjónsøkinum. Tí hava vit áhuga í at keypa LÍV, sigur Regin Hammer.
Í hesi vikuni hevur hann tí enn einaferð gjørt Vinnumálráðnum greitt, at TF Holding er sinnað at keypa.
Í TF Holding samtakinum er longu fyritøkan Betri Pensjón, ið rekur eftirlønar- og pensjónsvirksemi.

Modellið
- Vit halda okkum kunna bjóða eitt modell, ið gagnar øllum pørtum. Eisini fakfeløgunum, sigur Regin Hammer.
Hansara modell byggir í stuttum á at hugsa um lívstryggingar og pensjónir hvør sær, og skipa eitt nýtt LÍV, sum skal hava eina felags umsiting av øllum lívstryggingum í Føroyum. Forstjórin í TF Holding sær eisini fyri sær, at nýggja, felags lívstryggingarfelagið bjóðar tænastur til allar aðrar pensjónsveitarar á føroyska marknaðinum. Her sipar hann eitt nú til peningastovnarnar, pensjónsgrunnar og møguligar pensjónskassar.
- Lívstryggingarøkið er eitt av teimum økjum, har Føroyar eru ov lítlar til fleiri veitarar, sigur Regin Hammer og heldur fram:
- Uttanlanda verður sagt, at helst skulu fleiri milliónir fólk vera fyri hvørt lívstryggingarfelag fyri at umsitingargjaldið skal vera nøktandi. Tí gevur tað onga meining at býta føroyska marknaðin í tvey. Prísásetingin er hartil sera tengd at lógarkrøvum, sigur Regin Hammer.
Hann vísir á, at alternativt verða í mesta lagi tvey feløg, sum í framtíðini koma at bjóða fram hesar tænastur.
- Og tað dýrkar umsitingina, sigur Regin Hammer.

Tilboðið
Upprunaliga bjóðaði TF Holding 33 milliónir krónur fyri helvtina av LÍV.
- Tað eru eftir hondini tvey ár síðani, at vit bjóðaðu fyrstuferð, og nógv er broytt síðani tá, sigur Regin Hammer og sipar til broyttu skattareglurnar og kravið um at pensjónir skulu sparast upp í Føroyum:
- Tí mugu vit sjálvandi hyggja fyritøkuna ígjøgnum aftur, um tað gerst aktuelt. Men sum útgangsstøði stendur tilboðið við, sigur Regin Hammer.
Forstjórin í TF Holding sigur seg ikki duga at meta um møguleikarnar fyri játtandi svari úr Vinnumálaráðnum, ei heldur um nakað svar kemur.
- Nei, tað geri eg ikki. Vit virða sjálvandi, at Vinnumálaráðið er í dialogi við ein triðjapart, men hinvegin, um vit ikki vera partur av slíkari loysn, so eru vit gjøgnum Betri pensjón altíð klár at taka kappingina upp, sigur Regin Hammer.