Nýggjasta kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Krabbameinsfelagið um solarium nýtslu, er frá september í ár. Gallup hevur kannað solariumnýtsluna hjá føroyingum í 2007, 2010, 2011 og aftur í 2013.
Kanningarnar vísa, at í tíðarskeiðinum 2007 – 2013 er talið av teimum, sum siga seg taka solariumsól, minka úr 18 prosent niður í 10prosent.
Kanningin vísir, at tað framvegis eru tey ungu, sum taka mest sól, og er talið framvegis sera høgt. Sambært Gallup kanningini frá 2013 søgdu 24% av ungum í aldrinum 15 – 24 ár, at tey tóku sól. Kanningarnar vísa, at tess eldri fólk eru, tess færri siga seg at taka solariumsól.
Talið av kvinnum og monnum, sum siga seg taka solarium, er fallið í tíðarskeiðinum 2007 – 2013. Í 2007 søgdu 27 prosent av kvinnunum, at tær tóku solarium, og í 2013 var talið fallið til 14 prosent. Í 2007 søgdu 11 prosent av monnunum, at teir tóku solarium, og fall hetta til 6 prosent í 2013. Sambært kanningunum eru tað meira enn tvífalt so nógvar kvinnur enn menn, sum siga seg taka solarium.
Í Krabbameinsfelagnum eru tey væl nøgd við, at talið á teimum, sum áður hava sagt seg taka solarium 2-5 ferðir um vikuna ella eina ferð um vikuna, er minkað niður í 0. Í 2007 søgdu ávíkavist 7 og 16 prosent seg taka við hesum títtleika. Í seinastu kanningingi sigur bert 1 prosent seg taka solarium 14. hvønn dag, meðan restin av teimum, sum taka sól, siga seg gera tað 1 ferð um mánaðin ella 1 ferð um hálvárið.
- Krabbameinsfelagið mælir frá at nýta solarium, og fegnast tí í fyrra lagi um, at solariumnýtsan sum heild ikki tykist vera vaksandi. Í øðrum lagi fegnast felagið um, at landsstýrismaðurin í heilsumálum leggur fram lógaruppskot um 18 ára aldursmark fyri at nýta solarium, sigur Jansy Gaardlykke, dagligur leiðari í krabbameinsfelagnum.
Til ber at lesa um kanningina, sum Gallup hevur gjørt um sólvanar 2013, við at trýsta her








