Tey yngstu børnini vóru átta ár

Fyrrverandi BBC-verturin Jimmy Savile framdi kynsligan ágang ímóti børnum heilt niður í átta ára aldur, og hann leitaði alla tíðina eftir nýggjum offrum - eitt nú á sjúkrahúsum. Tað stendur í einari nýggjari frágreiðing, sum bretska løgreglan legði fram í dag.

Sagt verður, at Savile byrjaði við sínum kynsliga ágangi í 1955, og at hetta stóð við líka til 2009. Í flestu førum var tað ikki tilætlað, men í summum førum hevði hann fyrireikað seg.

Higartil hava umleið 450 fólk vitnað, og løgreglan hevur staðfest 214 ymisk brotsverk, teirra millum 34 neyðtøkur. Millum plássini, har hann framdi ágangin, eru 13 sjúkrahús.

Løgreglan sigur, at 80 prosent av ofrunum vóru børn ella ungdómar, og at 82 prosent av teimum, sum siga, at hann misbrúkti tey, vóru gentur.

Jimmy Savile doyði í 2011.