Tey yngru sýndu fram


 

Leygardagin skipaði Havnar Fimleikafelag fyri fimleikaframsýning á høllini á Hálsi. Tað var ein innanhýsis kapping, har tey ymsu liðini sluppu at sýna fram tað, tey høvdu vant allan farna vetur. Tað var tí ikki ein kapping, men heldur bara ein framsýning.

Høllin á Hálsi var stúgvandi full av fólki, og tí var neyðugt at seta fleiri stólar upp, tí heilt fitt av fólki hevði leitað sær niðan í høllina leygardagin at síggja teir yngru fimleikararnar vísa síni kynstur.

Liðini sýndu fram seriur, sum tað kallast, og eisini íðkaðu tey reiðskapsfimleik við bukkum og ringum og øðrum reiðskapi.