Ungdómstingið, sum var í Løgtinginum mánadagin og í gjár, setti met.
Tað staðfesti Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, tá ið tingið endaði seinnapartin í gjár.
Hetta er sættu ferð, at næmingar í framhaldsdeildini í skúlunum kring landið fáa høvi til at arbeiða sum løgtingsfólk, men ongantíð áður hava tey verið so íðin at taka orðið, og at føra síni sjónarmið fram, sum hesa ferð.
Tilsamans 32 næmingar úr fimm skúlum mannaðu Ungdómstingið, tey vóru úr Vágs skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar Skúla, Skúlanum á Fløtum og úr Nám X, sum eru 10. flokkur í Havn.
Í Løgtinginum eru 33 tinglimir, og seinasti tinglimurin á Ungdómstinginum var sjálvur løgtingsformaðurin, Páll á Reynatúgvu, sum leiddi Ungdómstingið, akkurát sum hann leiðir Løgtingið annars.
Ungdómstingið viðgjørdi 12 uppskot og tey høvdu 21 spurningar til løgmann og landsstýrisfólkini.
Tilsamans høvdu limirnir í Ungdómstinginum orðið, har tey hildu røðu, ella høvdu viðmerkingar til aðrar røðarar, í tilsamans sjey tímar og 15 minuttir.
Og tá ið tingið endaði, hevði Løgtingsformaðurin bara rós at bera teimum ungu.
- Tit hava verið ómetaliga virkin og tit hava víst góðan kjaksið. Tit hava verið nógv friðarligari enn tað vanliga tingið er, og tað hava at kalla ongar órógvandi telefonir verið -og tað var ein harrans lætti, segði Løgtingsformaðurin.
Hann staðfesti eisini, at tey vóru møtt til tíðina og høvdu verið ógvuliga ágrýtin og arbeiðssom.
- Tað hevur verið ógvuliga hugaligt at uppliva sum tingformaður, segði Páll á Reynatúgvu.
Og hann ivaðist heldur ikki í, at seinni fara vit at síggja onkran av teimum aftur í politisku skipanini.
Síggj fleiri myndir frá Ungdómstinginum, Niðanfyri