Tey vóru ávarað

Seinastu tíðina hevur verið frammi um Heimarøktina, at skipanin er komin í fíggjarliga trongstøðu og at neyðugt verður at gera eitthvørt fyri at fáa endarnar at hanga saman. Og tað er sjálvsagt harmiligt, at henda annars so væl rikna skipanin, er komin í hesa støðu.

Seinastu tíðina hevur verið frammi um Heimarøktina, at skipanin er komin í fíggjarliga trongstøðu og at neyðugt verður at gera eitthvørt fyri at fáa endarnar at hanga saman. Og tað er sjálvsagt harmiligt, at henda annars so væl rikna skipanin, er komin í hesa støðu.

Frágreiðingar um hví soleiðis er statt skildast partvíst, at fleiri og fleiri røktarkrevjandi fólk eru, hóast talið av pleygum kanska ikki er voksið, og at bygnaðarligar broytingar eru farnar fram. Her verður sipað til at Heilsu- og Heimasjúkrasystraskipanin og Heimahjálparskipanin er løgd í ein stovn og tað at hendan skipan hevur fingið fleiri økisleiðarar.

Tað at hesar báðar skipanirnar eru lagdar saman er ikki nøkur nýggjheit, tí nú eru longu fleiri ár síðani at landsstýrið samtykti at so skuldi verða. Endamálið við samanleggingini var at rationaliserað, soleiðis at skilja, at ístaðin fyri at hava tvær skrivstovur, fingu vit eina og at aðrar betur stýr skuldi verða á útreiðslunum annars og hitt endamálið var at samskipað arbeiði hjá heimasjúkrasystrunum, eftirlitskvinnunum og heimahjálparum í eina eind.

Landsstýrið setti ein bólk at finna útav hvussu samanleggingin skuldi fara fram, men endaði hetta bólkaarbeiði við at hvør fór til sín, og tískil einki álit, men hvør í sínum lagi sendu inn sína meining um samanleggingina.

Seinni var so komið fram til at henda samanlagda skipanin skuldi hava ein bygnað sum var væl størri, við tað at 4 ella 5 økisleiðarar saman við onkrum konsulenti skuldu setast aftrat leiðaranum.

Tey sum lovprísaðu hesum yvirbygnaði vistu longu tá, at fíggjarætlanin ikki fór at vaksa, men at útreiðslurnar skuldu haldast innanfyri táverandi og núverandi fíggjarkarmar.

Men hóast hetta var bygnaðurin trýstur í gjøgnum av táverandi landsstýrinum.

So hetta er ikki nøkur nýggjheit fyri hvørki landsstýrinum, Heimarøktini og Almannastovuni at so fór at verða, tað hava tey vita seinastu 1 til 2 árini.

Tað er nógv fyri, at tey sum treingja til hjálp nú skulu svíða fyri hesum kleyvarskapi.