Tey vilja vera til reiðar

Herfyri vóru ikki færri enn 43 starvsfólk hjá Nes kommunu á fyrstuhjálparskeiði.

Tað nyttar ikki nógv at hava hjartastartara og annan útbúnað til fyrstuhjálp kring um á arbeiðsplássum, um fá - ella eingin - dugir at brúka útgerðina.

 

Í síðstu viku vóru 43 starvsfólk hjá Nes kommunu til fyrstuhjálparskeið. Skeiðið, sum var í Tofta skúla, endaði mikukvøldið við, at luttkararnir fingu skeiðsprógv.

 

- Millum tey, sum luttóku, vóru starvsfólk úr dagrøktini, barnagarðinum, frítíðarskúlanum, skúlanum, svimjihylinum, teknisku deild og fyrisitingini, veit kommunan at siga.

 

Undirvísarar til fyrstuhjálparskeiðið vóru frá Sjónámi úr Klaksvík.