Tunlarnir norður um Fjall eru vandamiklir og eitt bakkast fyri trivnaði og framburði í Norðoyggjum.
Tað halda løgtingslimir úr teimum trimum flokkunum í andstøðuni í Løgtinginum, og tí royna teir aftur nú at fáa Løgtingið at samtykkja, at fáa gongd á arbeiðið at gera tunlarnar. Í hesum sambandi hava teir enn eina ferð lagt uppskot fyri Løgtingið um at lata Norðoyatunnilin standa fyri arbeiðnum at gera tunlarnar Norður um Fjall.
Hetta var eitt uppskot, teir eisini løgdu fyri Løgtingið í vár, men sum varð felt tá. Fleiri løgtingslimir hildu, at nú var hugflogið dekan og gott til at sleppa uttan um fíggjarlógina, men at tað var vandamikið at leggja íløgur uttan fyri fíggjarlógina.
Men løgtingslimirnir í andstøðuni gevast ikki á hendur og leggja nú sama uppskot fram aftur. Og eftir uppskotinum skal Norðoyatunnilin fyrireika arbeiðið at gera tunlarnar norður um Fjall.
Annars standa tunlarnir á langtíðarætlanini hjá landsstýrinum, men eftir henni skal ikki farast undir teir fyrr enn í 2022. Samgongan hevur boðað frá, at arbeitt verður fyri at framskunda teir, men tað hava løgtingslimirnir í andstøðuni ikki tol at bíða eftir, tí teir halda rætt og slætt, at tunlarnir eru so vánaligir, at tað er neyðugt at fara undir teir alt fyri eitt.
Og við at lata Norðoyatunnilin fíggja ein part av tunlunum, sleppur landið undan einum parti av kostnaðinum, umframt at parturin hjá landinum kann drýggjast yvir fleiri ár so at tað ikki órógvar íløguætlanina annars.
Afturfyri er neyðugt at Norðoyatunnilin sleppur at taka lán til tunlarnar Norður um fjall, og at bummgjaldið heldur fram til at rinda lánið aftur við. Parturin hjá landinum kann so verða settur í Norðoyatunnilin sum partapeningur, so at tað annars fylgir íløguætlanini hjá landsstýrinum.
Løgtingslimirnir vænta, at tunlarnir Norður um Fjall fara at kosta 360 milliónir krónur og at landið skal hækka partapengarnir í Norðoyatunlinum 70 milliónir um árið frá 2021 til 2024. Tað verður tilsamans 280 milliónir krónur, men restina skal Norðoyatunnilin standa fyri.










