Stóru sigursharrarnir á kommunuvalinum í Danmark í dag vóru Eindarlistin, sum er ytstur á vinstra veinginum, og Dansk Folkeparti, sum ofta hevur verið sagdur at vera ytstur á høgraveinginum.
Harvið kann valið roknast at vera eitt mótmælisval, er viðmerkingin hjá fleiri politiskum eygleiðarum í Keypmannahavn í kvøld.
Risa stóri taparin á kommunuvalinum í dag var Sosialistiski Fólkaflokkurin, sum misti væl meiri enn helmingin av veljarunum. Eisini sosialdemokratiski flokkurin hevur mist veljarar. Afturgongdin er tó ikki so stór, sum tað varð roknað við, og flokkurin er framvegis størstur á kommunuvalinum soleiðis, sum hann eisini var tað í 2009.
Fyri forsætismálaráðharran, Helle Thorning-Schmidt, og floksfelagarnar er tað kærkomið, at flokkurin framvegis eigur borgarstjórarnar í Keypmannahavn, Aarhus, Odense og Aalborg, og at afturgongdin sum heild ikki er meiri enn umleið eitt prosent og nú er undirtøkan umleið 29,5 prosent.
Fyri Vinstra flokkin kemur tað væl við, at veljaratalið er vaksið úr umleið 24,8 prosentum og upp í 28,1 prosent. Fyri mánaðum síðani søgdu allar kanningar, at framgondin fór at verða væl størri, men røringurin seinastu vikurnar kring formannin, Lars Løkke Rasmussen, hevur kostað, og fyri floksleiðsluna er tað ein lætti, at røringurin ikki hevur kostað meir.
Afturgongdin hjá SF er úr 14,5 og niður í 5,2 prosent, og Eindarlistin er trífaldaður – úr 2,3 prosentum og upp í 6,9 prosent. Framgongdin hjá Dansk Folkeparti er úr 8,1 prosentum og upp í 10,4 prosent.
Óvæntaðar samgongur plaga at síggja dagsins ljós í kjalarvørrinum á kommunuvalinum, og soleiðis varður tað ivaleyst eisini hesa ferð, hóast formenninir í flokkunum hava havt peikifingurin á lofti og heitt á floksfelagarnar um at halda seg til samgonguflokkarnar í fólkatinginum.
Í løtuni sær tað út til, at Vinstri fer at vinna flestar borgarstjórar. Stórur spenningur er, um tað fer at eydnast Dansk Folkeparti fyri fyrstu ferð nakrantíð at vinna ein borgarstjórasess.










