Tey við triðja priki sleppa undan sóttarhaldi

Nýggjar reglur um sóttarhald merkja, at fólk, sum koma til landið, ikki verða kannað og ikki skulu í sóttarhald – og tey við triðja prikið sleppa undan sóttarhaldi

Tað segði Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini í Degi og Viku í kvøld.

Farsóttarnevndin hevur viðgjørt støðuna á fundi og gjørt nýggj tilmæli, sum eru send landsstýrinum, sum skal taka støðu til tey.

Men tá tað snýr seg um sóttarhald, hevur tað alla tíðini verið Farsóttarnevndin, sum hevur tikið støðu til tað. Og tí avdúkaði Michael Boolsen tær broytingar, sum eru gjørdar.

Steðgað verður við kanningum við markið og at seta fólk í sóttarhald, sum koma til landið. Hetta tí, at sera fá teirra, sum koma til landið eru smittað í mun til sera høgu smittutølini innanlands. Tí verða kreftirnar brúktar betri innandlands enn við landamarkið, segði Michael Boolsen.

Ein onnur broyting er, at fólk sum hava fingið triðju koppsetingina ímóti koronu ikki skulu í sóttarhald í sambandi við nærsambond, sum eru smittað. Tað merkir, at um okkurt av húsfólkunum er smittað, so er ikki neyðugt hjá teimum, sum eru koppsett tríggjar ferðir, at skulu í sóttarhald. Meðan tey, sum bara hava tvær koppsetingar, skulu í sóttarhald.