Influensa stendur fyri durum og læknar stúra fyri, at hon fer at raka serliga hart í ár. Hetta er tí at nú influensa hevur ikki gingið í hálvtannað ár og tískil er immunverjan viknað.
Men landslæknin sigur, at tað er ein bólkur, sum er í heilt serligum vanda fyri at verða hart raktur og tað eru tey, sum ikki eru koppsett fyri koronu.
Royndirnar aðrastaðni vísa, at fáa fólk bæði koronu og influensu, verða tey ikki tvær ferðir so sjúk, sum tey annars høvdu verið. Tey verða fýra ferðir so sjúk, so nú er for guds skyld at lata seg koppseta fyri koronu, áðrenn influensa fer at gera um seg.
Hann sigur, at tað er alt avgerðandi fyri at vit koma so væl ígjøgnum veturin, sum tilber, leggur hann afturat.
Hann sigur, at hetta er serliga galdandi fyri fólk, sum eru komin upp í árini, og tað eru framvegis nógv fólk sum ikki eru koppsett, eisini fólk yvir 55 ár og hann mælir tískil til, at tey lata seg koppseta.
Les eisini: Tað hevði bjargað nógvum fólkum undan at verða sjúk
Hann vísir á, at tað eru framvegis yvir 900 fólk í Føroyum yvir 55 ár, sum ikki hava fingið ta fyrru sproytuna enn, so tey eru í stórum vanda fyri at verða álvarsliga sjúk, fáa tey influensa, og so korona oman á.
Fólk, sum eru koppsett, verða eisini sjúk, men allar royndir vísa, at tey sleppa nógv lættari burtur úr tí enn tey, sum ikki eru koppsett.
– So tað er okkara heilt greiða tilmæli, at øll lata seg koppseta fyri koronu, sigur Lars Møller.