Tey vera fleiri enn nakrantíð áður á Argjum

Tað verður roknað við væl fleiri áskoðarum, enn tað nakrantíð áður hava verið til fótbólt á Argjum, tá ið klaksvíkingar seinnapartin fara at gera innrás

Hóast tað á pappírinum framvegis er møguleiki fyri, at AB kann sleppa undan niðurflytingini, so verður tað ikki roknað við tí møguleikanum, ið er treytaður av, at AB skal vinna allar tríggjar dystirnar, og at Skála ikki megnar at vinna nakað stig aftrat.

-Vit hugsavna okkum um avbjóðingina seinnapartin, tá ið vit fáa vitjan av FM favorittunum í KÍ. 2-1 sigurin á HB í Gundadali var kærkomin. Vit hava alt kappingarárið havt eina kenslu av, at tað býr meiri í okkum, enn úrslitini hava víst. Ímóti HB eydnaðist tað, og nú er setningurin at enda kappingarárið væl. Avbjóðingin er risa stór, og spælararnir eru spentir. Tað varð ikki roknað við, at møguleikin var nakað serligur fyri at vinna stig ímóti HB, KÍ, NSÍ og Víkingi. Í fyrstu royndini vunnu vit fulla úrtøku, og nú fáa vit at síggja, hvussu tað verður ímóti KÍ, sum vit fyrr í ár megnaðu 1-1 ímóti á Argjum, sigur AB venjarin Trygvi Mortensen.

Tað kann roknast við, at KÍ fer at hava nógv viðhaldsfólk við sær á Argir?

-Tað ger avbjóðingina bara meiri spennandi. Hjá okkum ræður um ikki at hava KÍ og teirra FM møguleika í huga, sigur AB venjarin.

Tað kemur væl við hjá AB, at Símin Hansen og Símun Samuelsen eru tøkir aftur. Tað er ivasamt, um Rasmus Dan Sørensen og Gunnar Haraldsen eru førir fyri at spæla.

Tað er greitt, at Karstin Højgaard og Rói Danielsen ikki vera við.

 

 

Áskoðarametið til fótbólt á Argjum verður sagt at vera 550. Í Klaksvík verður roknað við, at tað fara eini átta hundrað KÍ áskoðarar suður á Argir seinnapartin, og harvið er sannlíkindið stórt fyri, at tað vera fleiri áskoðarar kring vøllin í Vika seinnapartin, enn tað nakrantíð áður hava verið.

 

 

Yngsti maður á KÍ liðnum er miðvallarin Jákup B. Andreasen, sum rættiliga hevur vunnið fast pláss millum teir fyrstu ellivu:

-Tað var sera týdningarmikið, at vit vunnu eitt stig ímóti B36. AB, B68 og ÍF bíða í trimum teimum seinastu umførunum, og allar avbjóðingarnar eru ymiskar. Hjá okkum ræður um at taka avbjóðingina ímóti AB í tí álvara, sum hon hevur uppiborið. At tað verður stórur biti, minti AB okkum um síðsta sunnudag, sigur KÍ miðvallarin.

Liðformaðurin Jonas Flindt Rasmussen er leikbannaður, og veteranurin Súni Olsen er skaðadarvaður.