Tey vasknu royndu seg í tvímansleiki

Um vikuskiftið var Grand Prix umfar í badminton spælt í Vestmanna

 

Farna vikuskiftið var badmintonkapping í ítróttarhøllinií Vestmanna. Kappingin var bæði fyri ungar spælarar og vaksin.

Tey ungu spældu í einmansleiki, meðan tey vaksnu kappaðust í tvímansleiki.

Hjá monnum vunnu Herman Eysturoy og Aritra Nandy úr VÍF, meðan Erland Poulsen og Ísak Thomassen úr HBF vóru nummar tvey.

Guri Poulsen og Elsa Thorkuldshøj úr HBF vunnu tvímansleikin hjá kvinnum, Elin Jacobsen og Guðrun Jacobsen vóru nummar tvey.

Í blandaða tvímansleikinum vóru Guri Poulsen og Erland Poulsen best, meðan Guðrun Jacobsen og Herman Eysturoy vóru næstbest


Tey ungu

Genturnar kappaðust í fýra bólkum og dreingirnir í trimum.

Agnar Olsen úr VÍF vann kappingina fyri gentur 12 ár, Ólauva Bærentsen úr ÍF vann gentur 13 ár, Ulla í Dávastovu úr VÍF vann gentur 15, og Guðrun Poulsen úr VÍF vann kappingina hjá kvinnuunglingum.

Hjá dreingjum vann Ari Ellingsgaard úr ÍF kappingina fyri dreingir 11 ár, Filip Gram úr MBF vann dreingir 13 ár, og Niclas Eysturoy úr HBF vann dreingir 15 ár.