FÓTBÓLTUR
Klaksvíkingar skunda sær burtur frá Injector Arena. Frá kuldanum, vindinum og regninum. Frá tí eina stiginum, sum verður verandi í Klaksvíkini. Frá einum keðiligum fótbóltsdysti, sum einu løtuna líktist besta seinnapartinum hjá unga KÍ-liðnum í hesum kappingarárinum. Onkur finnur sær tó tíð at festa sær í, meðan onnur fara tvísporandi út í bilin. Teir skunda sær burtur frá enn einum vónbroti við Djúpumýru.
Fótbóltslagið er alt annað enn gott í Klaksvík í løtuni. Hóast fólk hava tol við unga liðnum, ræðast tey stigtalvuna. Klaksvíkar Ítróttarfelag liggur til niðurflyting.
Tey vóru annars glað...
Á áskoðaraplássunum høvdu tey annars av álvara fingið hitan í seg, tá klokkan var 15.20. Tá høvdu klaksvíkingar reist seg úr stólinum fyri aðru ferð at feiðra sínum leikarum. Kristoffur Jakobsen hevði fyrstu løtuna skotið heimaliðið á sigurskós. Eftir trimum minuttum var hann fyrstur á, tá gestirnir ikki vóru nóg avgjørdir í brotsteiginum. Og løtu seinni var hann púra kølin í kuldanum, tá hann einsamallur við Trygva Askham, lyfti upp um málverjan.
Áskoðararnir hómaðu fyrsta sigurin av týdningi í hesum árinum. Men tað broytti ein 41 ára gamal miðvingur skjótt...
Tað ber ikki til?!
Jens Erik Rasmussen hevur av álvara gjørt um seg, nú hann aftur roynir seg í fremstu røð. 40 ára gamli miðvallarin var aftur í gjár millum teir mest eyðsýndu hjá 07 Vestur, og tað var serliga við tveimum málum, at hann gjørdi bart.
Fyrst var Rasmussen tryggur úr ellivu metrum, eftir at Milan Pejcic var rendur um koll í brotssteiginum. Og á hálva tímanum javnaði hann við frísparki úr høgru, sum helst var ætlað sum innlegg, úr 30 metra fjarstøðu.
- Tað ber ikki til! Galið, kom nú!, ljóðaðu flestu orðini úr skýlinum, tá bólturin hevði ferðast millum vinir og fíggindar, og í netið handan Jákup Mikkelsen.
Hvørgin royndi
KÍ hevði viðvind eftir hvíldina. Heimaliðið, sum legði sera bragdliga fyri, tóktist skelkað eftir útjavnandi málið hjá Jens Eriki Rasmussen. Klaksvíkingar fingu ongantíð fótin fyri seg, og í framrættaða spælinum løgdu teir lítið fyri eftir steðgin. Einasta veruliga málmøguleikan hevði Ivan Joensen í seinasta minuttinum av vanligu leiktíðin, tá innskiftarin stóð væl fyri í feltinum. Men einsamallur við Trygva Askham, vardi málverjin fyri.
Vágamenninir vóru nøgdir við eitt stig. Piotr Krakowski, venjari, vildi ikki satsa í óttanum fyri, at tað fór at kosta í hinum endanum. Og eitt stig í Klaksvík er eisini nøktandi hjá uppflytarunum, hóast tað ikki lyftir liðið upp um niðurflytingarstrikuna í stundini.
Milan Pejcic og Jens Erik Rasmussen stóð fyri tí skipaða spælinum á miðvøllinum. Báðir stóðu seg væl, men hóast tað sjáldan førdi møguleika við sær, fluttu teir bóltin í løtum væl. Sum dysturin leið móti endanum, gjørdist spælið hjá báðum liðum meira tilvildarligt, har vindurin eisini hevði sína ávirkan.
Framvegis góð tíð
Klaksvíkingar liva framvegis í vónini. Framvegis er so lítið fráliðið av kappingarárinum, at tú kann tosa um niðurflytingarvanda. Men tað er einki at ivast í, at stigini skulu skjótt fáast til høldar. Liðið hevur, sum væntað, stór sveiggj í sínum avrikum, og tað verður góðtikið í Klaksvík. Ungu leikararnir gera framgongd, og við áhaldandi treiskni og dirvi skulu stigini helst koma undir land. Men tíðin byrjar so smátt at renna undan.
07 Vestur hevur higartil vunnið sær seks stig, sum er eitt færri enn ÍF á áttanda plássinum. Vágamenn hava í løtum víst frálíkt spæl, og í fleiri førum verða teir torførir at syfta. Tað er serliga á heimavøllinum, at liðið skal vinna stigini, meðan øll stig á útivølli er kærkomin. Í gjár fingu teir eitt í Klaksvík, og tað var eftir umstøðunum nøktandi.