Tey vóru ímóti - men atkvøddu fyri

Teir vildu heldur vera trúgvir ímóti samgonguni enn at fylgja síni egnu sannføring

 

 

Løgtingið hevur beint nú samtykt, at tað framhaldandi skal vera bíligari at keypa elbilar, enn bilar, sum brúka bensin ella diesel. Men uppskotið skal kortini viðgerast eina ferð afturat, áðrenn tað er endaliga avgreitt og tað verður væntandi í næstu viku.

Men sum nakað nýtt vildi Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, eisini hava Løgtingið at samtykkja, at hybridbilar, og plug-in hybridbilar, skuldu sleppa undan avgjaldi til landskassan. Hybridbilar brúka í høvuðsheitum bensin ella diesel, men koyra eisini eitt sindur upp á streym. Plug-in hybridbilar hava elmotor, sum kann løðast og kunnu koyra nokk so fitt upp á streym, áðrenn bensin- ella dieselmotorurin slær til.

Men bæði Umhvørvisstovan, Sev, og onnur, hava átalað, at hybridbilar sleppa undan avgjaldi, tí teir hoyra ikki heima í einum uppskoti um umhvørvisvinarligar bilar.

Og tað eru fleiri tinglimir í samgonguni samdir í, men tey atkvøddu kortini fyri tí. Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum og Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, vóru tvey av tinglimunum í samgonguni, sum eru samd í, at hybridbilar eiga ikki at vera við í uppskotinum, og tað sama segði Johan Dahl úr Sambandsflokkinum, við info.  Summi av teimum førdu fram, at hetta fer at fólk fara at keypa fleiri hybridbilar og sostatt fer tað at seinka umleggingini til elbilar, sum er endamálið.

Samstundis varð tað upplýst í Løgtinginum, at eisini Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í orku- og umhvørvismálum var ímóti ætlanini at taka hybrid bilar við.

Men tá ið avtornaði, atkvøddu tingfólkini í samgonguni kortini fyri uppskotinum, tí tey vístu á, at hetta var úrslitið, samgongan var komin til. Og tey eru við í samgonguni og tí atkvøddu tey fyri tí.

Og úrslitið var eisini, at samgongan og Kristin Michelsen úr sjálvstýri, atkvøddu fyri, Tjóðveldi ímóti og Framsókn og Javnaðarflokkurin atkvøddi blankt. Sostatt varð tað samtykt við 16 atkvøðum fyri, fimm atkvøðum ímóti og átta atkvøður vóru blankar.