Mánadagin kemur eitt línuskip, sum fiskar í føroyskum sjógvi, inn at landa. Tvey ísfiskalínuskip fiska í løtuni í íslendskum sjógvi, men ivasamt er, um tey koma heim at landa í næstu viku.
- Umframt ísfiskalínuskipini, sum fiska í íslendskum sjógvi, er eisini eitt frystilínuskip har yviri í løtuni. Restin av línuskipunum liggja við bryggju.
Á Fiskamarknaði Føroya hava tey í dag gjørt sínar metingar fyri ráfiskatilfeingið í næstu viku.
Tey vita at siga, at streymurin er harður, men linkar út á næstu viku. Tí kann væntast, at betri umstøður verða til veiði við húki, sum næsta vika gongur.
- Veðrið verður helst brúkiligt, og tí vænta vit nakað av útróðrarfiski í næstu viku, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga.










