Tey vælbjargaðu í Føroyum sleppa at renna undan teimum lágløntu

 Samgongan hevur enn einaferð víst, at hon ætlar at gera gjónna ímillum tey vælbjargaðu og tey lágløntu enn djúpari enn hon er og tað mugu vit berjast ímóti, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag

Samhaldsfasti og skattalætti

 Hetta líkist ongum!
Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, er ógvuliga misnøgdir, nú vandi er fyri, at samgongan ikki ætlar at lata inngjaldið til Samhaldsfasta eftirlønargrunnin hækka næsta ár, so at útgjaldið úr grunninum eisini kann hækka.
Men hann leggur afturat, at hetta er bara aftur eitt dømi um, at samgongan er til reiðar at lata tey vælbjargaðu í leggja tey lágløntu longur og longur afturum.
Hans Joensen hevur mangan tosað um, at hann góðtekur ikki, at vit føra ein politikk, sum ger gjónna ímillum tey við høgari løn og tey við lágari løn, enn djúpari enn hon er í dag
Men hann sigur, at júst hetta er eitt gott dømi um, at samgongan førir ein politikk, sum miðvíst ger gjónna ímillum tey háløntu og tey lágløntu í Føroyum bæði djúpari og breiðari enn vanligt.
 Ætlanin at styrkja tann Samhaldsfasta fyri at bøta um pensjónirnar, er ein handil, sum javnaðarflokkurin gjørdi við fólkaflokkin og sambandsflokkin afturfyri at góðtaka ein skattalætta til tey vælbjargaðu.
-- Samstundis verða meiri og meiri avgjøld løgd á løntakaran, bæði vegskattur, barnasburðargrunnur, umframt avgjøld á ymsar vørur.
 Men endar tað nú kortini við, at Samhaldsfasti ikki verður styrktur, er eitt eitt dømi um, at tey klóku í samgonguni hava lumpað tey knapt so klóku, tí so hevur javnaðarflokkurin latið seg draga upp á tráð av hinum báðum flokkunum.

Ein vanlukka fyri verkafólk
Hans Joensen vísir á, at tey, við góðum inntøkum, hava sjálvandi betri ráð til at gjalda økt avgjøld enn tey, við lágum inntøkum og tí vendir hesin politkkkurin tann tunga endan niðureftir.
 Tá ið talan er um avgjøld, verður sama upphædd tikin frá øllum. Tá verður avgjaldið ikki roknað í prosentum av inntøkuni og tí raka avgjøld tey lágløntu meint.
 Samstundis hava tey lágløntu lítlar og ongar møguleikar at spara til sínar egnu eftirlønir.Tað hava tey háløntu góðar møguleikar til. Harafturat eru røddir frammi um at skerja vanligu fólkapensjónina og summi vilja enntá hava hana heilt avtikna.
 Tí hava vit lagt ógvuliga stóran dent á, at styrkja tann Samhaldsfasta fyri at tryggja verkafólki eina hampiliga pensjón. Sostatt er tað onki minni enn ein vanlukka fyri vanliga verkafólkið, um samgongan nú eisini loypir frá avtaluni um at styrkja tann samhaldsfasta, sigur formaðurin í Havnar Arbeiðsmannafelag.
Hans Joensen sigur, at fakfeløgini mugu gera vart við seg hjá politiska myndugleikanum fyri at mótmæla og fyri at royna at beina viðurskiftini aftur á beint.