Manglandi sjálvkritikkur og fortreingjan av gerðum kann eyðkenna tey víðgongdu. Um onkur tekur munnin sera fullan og til dømis sigur: ?Vit hava raðfest hetta og hatta hægri enn nøkur onnur samgonga undan okkum?, so má man kunna loyva sær at ivast í hesum. Serliga tá hugsað verður um raðfestingarnar hjá teimum merkismonnum/kvinnum, ið undan fóru. Raðfestingar, ið gera, at vit yvirhøvur hava eitt vælferðarsamfelag at raðfesta í dag. Tað er ikki virðing fyri teimum, ið undan fóru, tá politikarar sigur seg hava gjørt okkurt ella alt betri enn nakar hevur gjørt nakrantíð fyrr. Onkur kundi enntá freistast at sagt, at hetta var reyp. Meira týdningarmikið bendir tað ikki á hóvsemi. Hvat er man, tá man ikki er hóvligur í gerð og talu?
At ósemja hevur verið í Tjóðveldisflokkinum er heldur eingin loyna. Viðferðin, Signar á Brúnni fekk frá sínum egnu, er ikki nøkrum til nakran sóma. Konsensuspolitikkurin, ið Tjóðveldisflokkurin hevur staðið fyri, er nú broyttur til tað øvugta. Tað kann verða, at vit á hesum stað hava gjørt ov nógv av, tá vit hava tosað um unga og gamla ættarliðið í Tjóðveldisflokkinum, men tá man roynir at gera tað til, at als eingin munur er, so má tað kunna kallast fortreingjan.
Leiðslubygnaðurin í Tjóðveldisflokkinum varð broyttur í hesum valskeiði. Alment kjak tók seg upp, tá Signar á Brúnni segði Høgna Hoydal at hava brotið eina avtalu um, at hann skuldi aftur í landstýrisessin. Samstarvsviljin við aðrar flokkar tykist at vera broyttur til tað verra, nú konsensuspolitikkur sær út til at verða skiftur út við patentloysn.
Dialogur er eftir øllum at døma skiftur út við spurning aftaná spurning í punktform. Tað er eftir øllum at døma vorðið móti í Tjóðveldisflokkinum at seta alt upp í punktform. Hetta fremur so ikki veruliga endamálið við dialoginum.
Rætt skal vera rætt. Tað nýtist ikki at verða, at ættarliðskifti hevur verið í Tjóðveldisflokkinum. Ein annar møguleiki er til staðar. Kanska er tað allir aðrir flokkar á tingi, ið hava broytt seg, og at eingin munur er á unga ættarliðnum í Tjóðveldisflokkinum og tí gamla.