Tað halda í øllum førum níggjundafloksnæmingar, sum eru spurdir í kanning um at hava góðan atburð í skúlanum.
Talan er um stóra skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri. Skúlablaðið hevur kagað í kanningina, sum millum annað vísir, at einans 79 ung – 15 prosent – siga seg ofta ella sera ofta hava ilt við at sita still:
– Síðstu árini hava mangir lærarar kært seg um, at nógvur ófriður er í skúlastovuni, tá ið undirvíst verður, og at nógv orka verður brúkt til at fáa frið í flokkin. Men spyrt tú næmingarnar sjálvar, so hava teir ikki hesa somu myndina. Í øllum førum ikki 9. floks næmingarnar, sum gingu í skúla skúlaárið 2010-2011. Í kanningini Ungfólk í Føroyum 2012 verða teir eitt nú spurdir, um teir hava ilt við at sita stillir, um teir reisa seg upp, tá ið teir skulu sita stillir, um teir ikki lurta, tá ið teir eiga at lurta, um teir hava ring bindini og so framvegis. Einans 79 ung – 15 prosent – siga seg ofta ella sera ofta hava ilt við at sita still. Seks prosent siga seg ofta ella sera ofta hava ring bindini, men heili 64 prosent hava sjáldan ella ongantíð ring bindini. Einans sjey prosent siga seg ofta ella sera ofta hava ilt við at lurta, tá talað verður við tey, men heili 58 prosent sjáldan ella ongantíð hava hendan trupulleikan.
Tá ið talan er um frítíðarítriv, siga 39 ung – sjey prosent –seg ofta ella sera ofta larma ov nógv, tá tey fáast við frítíðarítriv. 67 prosent siga seg sjáldan ella ongantíð larma ov nógv. 68 prosent føla sjáldan ella ongantíð, at ófriður er á teimum. 39 prosent siga seg sjáldan ella ongantíð tosa ov nógv. 20 prosent halda hinvegin, at tey ofta ella sera ofta tosa ov nógv.
Lærarar hava eisini funnist at, at nógvir næmingar nú á døgum hava ikki tað við í skúla, sum teir eiga at hava, og sum verður væntað, at teir hava. 83 ung – 16 prosent – siga seg ofta ella sera ofta missa tilfar burtur, sum annars skal brúkast til uppgávur og verkevni. Sambært 248 ungdómum – 47 prosent – so hendir hetta tó sjáldan ella ongantíð.
Tvey prosent siga seg sera ofta svara ov skjótt, áðrenn liðugt er at spyrja um eitthvørt. 145 ung – 27 prosent – siga, at tey ofta ella sera ofta eru løtt at órógva. Tey, sum sjáldan ella ongantíð lata seg órógva, eru eitt lítið sindur fleiri – 29 prosent. 288 ung – 55 prosent – siga seg sjáldan ella ongantíð bróta av ella leggja upp í samrøður ella arbeiði hjá øðrum. Einans nýggju prosent av teimum spurdu siga seg hinvegin ofta ella sera ofta bróta av.
98 ung – 19 prosent – hava fingið staðfest, at tey hava ringt við at fylgja við ella eru ovvirkin. Tað er nærum fimtihvørt 9. floks næmingur. Ein lítil partur, 30 ung íalt, taka heilivág av hesum ávum, eitt sindur fleiri dreingir enn gentur.
Ungfólk í Føroyum 2012 er ein frágreiðing, sum lýsir og viðger úrslitini av stórari skúlaspurnakanning, sum Firouz Gaini, granskari, stóð fyri. Kanningin er partur av føroyskum-íslendskum granskingarsamstarvi, sum byrjaði tíðliga á vári 2011.
19 av tilsamans 21 skúlum við 9. flokkum luttóku. Kanningin umfatar øll, sum eru fødd í 1996. Nakrir fáir luttakarar eru tó 1 ár yngri ella eldri. Svarprosentið var 76,1 prosent í Føroyum. Tað er eitt góðkent støði. Umleið 540 luttakarar vóru eftir, tá tey ógyldugu skjølini vóru drigin frá. Umleið 52 prosent vóru gentur.