Tey ungu hava púra greiðar meiningar um, hvussu føroyski rúsdrekkapolitikkurin skal skipast.
Tað kom skilliga til sjóndar á ungdómstinginum í Løgtinginum fyrr í vikuni.
Og teirra greiða meining er, at handlarnir skulu ikki sleppa at selja rúsdrekka. Tvørturímóti skal rúsdrekkasølan varðveitast.
Og hartil halda tey eisini, at bryggjaríini skulu ikki longur sleppa at selja øl, tí tey halda, at øll rúsdrekkasøla í landinum, skal vera úr eini av deildunum hjá Rúsdrekkasølu landsins.
Tað var 9. A í Eysturskúlanum, sum legði uppskot fyri ungdómstingið um at fáa tingið at samtykkja, at Rúsdrekkasølan skal avtakast og ístaðin skulu vanligir handlar sleppa at selja rúsdrekka.
Men treytin skuldi vera, at Rúsdrekka -og tubbak- skulu seljast í einum bási fyri seg, har ongar aðrar vørur eru.
Tey halda, at tað skal vera lættari at fáa fatur á rúsdrekka, tá ið brúk er fyri tí.
- Í flestu støðum mugu fólk í eina aðra bygd at keypa rúsdrekka, hóast tað annars eru handlar í býnum ella bygdini.
Tey halda eisini, at tað er skilagott at samantvinna rúsdrekkasølu og tubbakssølu í ein bás fyri seg, tí tað kann minka um sølu av tubbaki.
- Sum nú er, eru dømi um, at handlar selja tubbak til ung, yngri enn 18 ár, siga tey.
Men tað vóru bara tríggir tinglimir, sum atkvøddu fyri tí. Seks tinglimir atkvøddi blankt og heili 22 tinglimir vóru ímóti fríari rúsdrekkasølu í Føroyum.
Tá ið Ungdómstingið viðgjørdi málið, boðsendu tey eisini Pál Weihe, formann í fólkaheilsuráðnum á fund.
Tey vísa á, at verður rúsdrekka at fáa í matvøruhandlum, er vandi fyri, at tey ungu fara lættari at freistast til at drekka rúsdrekka, tá ið tey verða eldri.
- Slík broyting hevur eisini við sær, at rúsdrekka harvið verður gjørt vanligt, eins og aðrar gerandisvørur, og harvið vandi fyri, at nýtslan fer at vaksa.
Tey vísa á, at danir drekka verri enn vit, og ein orsøk til tað er, at rúsdrekka verður selt í matvøruhandlum.
Kortini halda tey, at Rúsan eigur at verða gjørd tíðarhóskandi og at bøta um úrvalið.
Ungómstinglimir, sum taka undir við uppskotinum, halda, at tað er at taka frælsið frá fólki at tað almenna skal gera av, hvat fólk drekka.
- Onnur siga, at tað sigur seg sjálvt, at lættari rúsdrekka er at fáa fatur á, meiri verður drukkið, og tað fer at føra til meiri harðskap, umframt at tað fær aðrar óhepnar avleiðingar.
- Viðhvørt er tað neyðugt at taka frælsið frá fólki, serliga tá ið talan er um eitt mál, sum hetta, sum kann elva til ovurnýtslu av rúsdrekka.
- At varðveita Rúsuna, er ikki at taka frælsið frá fólki, men at lata handlar selja rúsdrekka, er at gera tað lættari hjá alkoholikarum at fáa fatur á tí, var tað onkur, sum helt.