Tey ungu velja Runavík; tey gomlu Fuglafjørð

Hóast oyndfirðingar týsmorgunin tóktust vera í iva um, hvørt meiriluti fór at verða fyri samanlegging við aðra kommunu, varð úrslitið, tá ið saman um kom, rættiliga sannførandi

Fólkaatkvøða

136 veljarar høvdu atkvøðurætt í Oyndarfjarðar kommunu týsdagin, tá ið bygdarfólkið hevði høvi at atkvøða um, hvørt kommunan skal leggja saman við aðrari kommunu ella ikki. Tá ið upptalt varð, høvdu 80 veljarar atkvøtt ja fyri samanlegging, og 30 veljarar høvdu atkvøtt nei. Hetta merkir, at nýggj fólkaatkvøða verður í Oyndarfirði aftur komandi týsdag. Tá verður valið ímillum at leggja saman við Fuglafjarðar kommunu ella Runavíkar kommunu.

Fólkið avger

Týsmorgunin, áðrenn valhølið læt upp, hittu vit bygdarráðsformannin, Árna Joensen, sum var til arbeiðis á skrivstovu síni í Oyndarfirði, har hann selir fisk fyri P/F Vesturvón.
Hann duldi ikki fyri, at hann fór at atkvøða fyri samanlegging, men vildi ikki siga hvørja kommunu, hann mælir til, at lagt verður saman við - um meiriluti varð fyri samanlegging.
- Hetta er ein avgerð, sum veljararnir sjálvir skulu taka. Onkur sigur, eg eri vingliskøltur, tí eg ikki vil avdúka mína støðu, men gevi eg mína støðu til kennar, kann tað kanska ávirka avgerðina hjá fólkinum. Tað vil eg helst ikki, segði Árni.
Týsmorgunin var hann ikki sannførdur um, at oyndfirðingar fóru at atkvøða fyri samanlegging, men sum kvøldið leið, og úrslitið fyrilá, var allur ivi skúgvaður til viks.
Meirilutin fyri samanlegging var kanska størri, enn fleiri høvdu væntað.

Á vegamóti

Nú avgerðin um samanlegging er tikin, er næsta stigið at velja kommununa, ið leggjast skal saman við.
Bæði Fuglafjarðar kommuna og Runavíkar kommuna hava lagt tilfar úr hondum, sum íbúgvarnir í Oyndarfirði hava fingið borið á dyrnar. Somuleiðis hevur borgarafundur verið í bygdini, har framløga var av hesum tilfari sum lýsir fyrimunir og vansar við samanlegging ? antin valið verður hendanvegin ella handanvegin.
- Eg haldi, at Fuglafjarðar kommuna "fiskar" meira eftir okkum enn Runavíkar kommuna ger, eitt nú við ætlaða tunlinum millum Fuglafjørð og Hellurnar. Hinvegin hava vit fingið at vita, at vit fáa umleið sama status í Runavíkar kommunu sum aðrar smáar bygdir í kommununi, eitt nú Rytuvík, Æðuvík og Lamba.
Í Oyndarfirði søgdu tey, at hevði tunnilin millum Fuglafjørð og Hellurnar verið komin, er lítið at ivast í, at oyndfirðingar høvdu valt at lagt saman við Fuglafjarðar kommunu.
- Men tunnilin er ikki komin enn, og vit vita ikki við vissu, nær ella um hann kemur.
Frá gamlari tíð hevur nógv samband verið millum Oyndarfjørð og Fuglafjørð, og enn í dag samstarva kommunurnar á ávísum økjum. Vegurin kom ikki fyrr enn seinast í sekstiárunum og fyri ta tíð, var farið upp um fjallið - ella við báti til Fuglafjarðar.
- Síðan vegurin kom, er teinurin styttri út til Runavíkar enn til Fuglafjarðar, søgdu tey.
Oyndarfjarðar kommuna samstarvar eisini við Runavíkar kommunu.

Ættarskiftið

Oyndfirðingar, sum Sosialurin prátaði við týsmorgunin, vóru eftir øllum at døma meira í iva um, hvørt fólk fóru at velja samanlegging ? enn um hvørja kommunu, lagt verður saman við, um fólkið segði ja til samanlegging.
Tey trý, sum sita í valnevndini, Hjørleif Gaard, Hilmar Petersen og Eyðbritt Jacobsen, tóktust rættiliga samd um, at velja oyndfirðingar at leggja saman við aðrari kommunu, fellir valið helst á Runavíkar kommunu.
- Sum er, er teinurin út til Runavíkar styttri, og vinnulívið í økinum er meira fjøltáttað. Hinvegin eru eisini nakrir fyrimunir við Fuglafjarðar kommunu, eitt nú skúlaverkið á Kambsdali.
Bondini, sum vóru millum Oyndarfjørð og Fuglafjørð, hava sum skilst minni týdning fyri yngra ættarliðið enn fyri tey gomlu.
- Vit rokna við, at yngra ættarliðið fer at velja Runavíkar kommunu, meðan tey gomlu fara at velja Fuglafjarðar kommunu, søgdu tey í Oyndarfirði týsmorgunin.
Ógjørligt er at siga, hvat hendir á fólkaatkvøðuni, sum verður, 25. november.
Og hvør veit: Kanska verður úrslitið tá líka so óvæntað, sum úrslitið týsdagin.