Tey ungu ? tey gloymdu

   

Tórfinn Smith, Býráðslimur og valevni til býráðsvalið

Í samfelagskjakinum verður sum oftast fokuserað á einstøk mál. Mál, sum eru uppi í tíðini, - sum eru INN.
Barnaansingin hevur verið serliga INN seinastu fýra árini. Tað trongdi eisini til. Barnaansingartørvurin eru so at siga nøktaður.
Nú skriva politikararnir, at tey eldru, gomlu og sjúku standa fyri tørni. Tað er eisini hart tiltrongt. Hetta verður ein hin størsta avbjóðingin hjá komandi býráði.
Men tað er eisini ein bólkur millum børn og gomul.
Lat okkum í hesum førinum fokusera upp á ein ávísan bólk av ungum. Tey, sum eru komin upp um fólkaskúlaaldur, men ikki hava aldur til sokallaða ølklubbalívið. Og sum kanska heldur ikki hava hug til slíkt. Bara at sleppa í býin at hugna og skemta sær,- uttan alkohol!
Fara vit aftur í 60- og 70-ini, so stóu allar dansidyr opnar. Har vóru m.a. Klubbin, Losjan og Sjónleikarhúsið. Har sluppu øll inn, uttan aldursmark.
Men so fingu vit afturlatnu klubbarnar, og eftir tað, nýggju rúsdrekkalógina, við sínum fyrimunum og so sanniliga eisini vans-um, sum útihýsti teimum, sum vóru fyri teirri vanlagnu, at tey ikki vóru fylt 18 ár.
Teimum er lítið og einki fyri í dag, tá tað ræður um dansiviðurskifti.
Undirritaði var við til at fáa skipað Margarinfabrikkina. Politiska undirtøkan var so sum so at stuðla, men so kom norður-lendski Barnabati við tilboði um fíggjarligan stuðul fyrstu trý árini, soleiðis at ráð vóru at seta dagligan leiðara. Margarinfabrikkin hevur havt skiftandi umstøður, men er í dag sera vælvirkandi, til gleði og til gagns fyri mong.
Hetta er kortini ikki nóg mikið. Tað var alla tíðina ætlanin, at Margarinfabrikkin skuldi virka sum kveikjari til líknandi tiltøk víðahvar í býnum. Við Margarinfabrikkini sum miðdepil, skuldi kveikjast lív í líknandi virksemi í teimum ymisku útjaðarunum í býnum.
Hetta liggur á lani í dag, men tíðin er nú so avgjørt komin til at fáa upprunaliga ætlanina at virka.
At fáa í lag ungdómshús í teimum ymisku býarpørtunum, so ungdómur trívist í sínum dagliga umhvørvi.
Enn sum áður, vil eg fegin virka fyri hesum.