Ungdómsfelagið hjá Javnaðarflokkinum, SU tekur dyggiliga frástøðu frá útsøgnini hjá Gerhard Lognberg, tingmanni hjá Javnaðarflokkinum um listaólk og starvslønir og sømdargávur.
Í morgun endurgav Portalurin hann fyri at kalla tað alment oyðsl at geva listafólki starvslønir.
- Føroyar eru so hepnar at eiga eina rúgvu av dugnaligum listafólki. Bæði tey, sum liva og arbeiða við listini í dag, og tey, sum hava ríkað føroysku mentanina við listarliga arbeiðinum áðrenn okkara tíð.
Sporini síggjast runt um alt landið, á vegginum heima í stovuni, sum standmyndir úti í náttúruni o.s.fr.
- Fyri at menna okkara listafólk og geva teimum góðar umstøður at arbeiða undir, lata vit øll nakrar krónur, við tað at
Mentanargrunnur Landsins á hvørjum ári veitir umleið seks mió. krónur, sum verða býttar út til mentanarlívið.
Hetta verður sæð sum tann mest umráðandi veitingin til listina í Føroyum.
- Er nakar flokkur, sum eigur at ganga á odda at varðveita hesa veiting, er tað Javnaðarflokkurin.
- Listafólkini spreiða gleði, njóting og vakurleika kring land og fólk fyri lítið og einki av peningi.
- Tey gera tað hugaligari hjá øllum samfelagsbólkum at liva í Føroyum. Tað er ikki við at taka tað sindrið, sum tey fáa, at vit gera støðuna hjá teimum, sum eru illa fyri, betri, sigur SU, sum vónar, at mentanarliga- og listarliga arbeiðið í Føroyum fær størri virðing.










