Simme og tey/Rabbits: sjálvt tey ungu sungu við, tá Rasmus og Sunnukvøld í Plantaguni ljómaðu. Hetta var veruliga nostalgi, ið átti at verið ein løta fyri tey tilkomnu Har vóru allar landaplágurnar, sum Simme hevur latið úr hondum ella hevur verið við til at smíða, spæla og geva út.
Tað var kanska nakað lítið av áhoyrarum, ið minnast aftur í 50?ini og 60?ini, tá Simme og tey komu á pallin, tó nakrir gráir toppar hómaðust. Men tað bilti sum so einki, tí eisini tey yngru og tey heilt ungu sungu við, tá góðu landaplágurnar ljóðaðu. Sangiir, ið eru fólkaogn.
Lív Dam sang fyri og eisini slapp Flemming Samuelsen upp í part at syngja Sáru. Hetta var veruliga nostalgi, ið átti at verið ein løta fyri tey tilkomnu, men tey eru eftir llum at døma vorðin ov gomul til at leita sær út á asfaltið í Tórsgøtu. Spell.
Men sum sagt, so bakkaði fjøldin, ung sum eitt sindur eldri, 100 % upp um Simma og hansara fólk, tá tey spældu sangir um Hønuna í túni, Rasmus, Sáru, um sunnukvøld í plantaguni og sangir sum Minnist tú enn?, sum er eitt fantastiskt lag, ið hevur suðurlendskar undirtónar eitt ella annað stað.
Stuttligt og lívsjáttandi at síggja legenduna Simma á palli. Still going strong. Har merkist ikki aldur á ? hvørki løgum ella fólkum.
Takk fyri løtuna!