Tey ungu stuðla Sankta Frans skúla

Tórshavnar Ungdómsráð hevur í morgun handað Heðini Mortensen, borgarstjóra, og Helenu Dam á Neystabø, forkvinnu í mentamálanevndini, eina áheitan, um at ganga ynskinum hjá skúlastýrinum í Sankta Frans skúla á møti, um at skipa eina framhaldsdeild á skúlanum. 

 

Tórshavnar Ungdómsráð vísir á, at slagorðið hjá kommununi er Virðing, Menning og Trivnaður, og ráðið heitir tí á kommununa at hava hetta í huga, áðrenn nøkur avgerð verður tikin.

 

Tórshavnar Ungdómsráð sigur, at tá skúlin hevur hølir til eina framhaldsdeild, er eingin orsøk ikki at royna hetta í eitt tíðarskeið. Ráðið metir ikki, at býráðið kann nýta framhaldsdeildina á Skúlanum á Fløtum sum umbering, tí hvørki er skúlin bygdur, umframt at hann húsast í fleiri hølum sum nú er.

- Hetta meta vit ikki er gott fyri trivnaðin hjá barninum. Tí mæla vit í Tórshavnar Ungdómráð til, at Tórshavnar Býráð umhugsar ynski Sankta Frans Skúla um at fáa eina framhaldsdeild, skrivar Tórshavnar Ungdómsráð.