Tey ungu stríðast fyri at varðveita hjúnarbandið

Trý tey seinastu árini er talið á hjúnarskilnaðum í Danmark millum tey, sum hava verið gift í færri enn seks ár, lækkað við næstan einum triðingi Tað er longri millum hjúnarbandsskilnaðirnar í Danmark nú, enn tað hevur verið.

Í 2004 var samlaða skilnaðartalið 15.744. Í fjør var tað 14.066. Tað eru gott og væl 10 prosent færri.

Serliga er tað millum tey yngru, at talið er lækkað. Millum teirra, sum hava verið gift í færri enn seks ár, er talið lækkað ein lítlan triðing ella stívliga 30 prosent ? úr 5.468 og niður í 3.824, veit Ritzau at siga.

Sálarfrøðingar og aðrir viðgerðarar halda seg vita, at tølini vísa ein nýggjan hugburð til parlagið og familjulívið.

-Í dag vilja hjún arbeiða meiri við at finna loysnir, enn tað áður hevur verið gjørt, tá ið trupulleikar hava uppstaðið. Tey ungu leita eitt nú til serfrøðingar, og tey lesa bøkur um, hvussu tey sjálvi kunnu hjálpa, sigur Finn Korsaa, sum er magistari í psykologi og psykoterapi.

Frá miðskeiðis í seksti árunum og til miðskeiðis í sjeyti árunum tvífaldaðist talið á hjúnarskilnaðum í Danmark. Síðani hevur sannlíkið fyri, at hjúnarbandið ikki fór at halda, víst seg at verið 40 prosent.

Á Institut for Fremtidsforskning siga tey seg ivast í, at talið fer at lækka so nógv. Tey rokna við, at skilnaðirnir fara at koma seinni:

-Viljin er góður at halda saman, men individualisman er stór, og tað er eitt av eyðkennunum fyri familjulívið í dag, at familjan er funktiónstømd, og at tað bara eru kenslurnar, sum binda, heldur Johan Peter Paludan, sum arbeiðir á Institut for Fremtidsforskning.

Síðani 2000 hava umleið 37000 vígslur verið í Danmark um árið.