Tey ungu í Ísrael fara til høgru

Ungir jødar í Ísrael gerast støðugt meiri høgravendir. Í aldursbólkinum 15 til 18 ár siga 57 prosent, at tey hoyra til høgravongin. Bara 13 prosent siga, at tey kenna seg heima á vinstravonginum.

Í aldursbólkinum 21 til 24 ár er myndin uppaftur greiðari. Har siga 66 prosent, at tey kenna seg heima á høgravonginum, meðan bara 10 prosent siga seg vera vinstravend.

Tølini eru úr einari meiningakanning, sum týski stovnurin Friedrich Ebert Stiftung hevur gjørt í samstarvi við ísraelska Dahaf-stovnin, og sum ísraelska blaðið Haaretz endurgevur.

Týski stovnurin sigur, at 62 prosent av teimum ungu jødunum í Ísrael styðja høgraflokkarnar. Fyri tólv árum síðani vóru tað 48 prosent, sum valdu teir. Í sama tíðarskeiði er parturin, sum styðjar vinstraflokkarnar, minkaður úr 32 í 12 prosent, skrivar Haaretz.