- Fólkakirkjan hevur skrivað tilmæli, sum vit eisini hava viðgjørt saman við myndugleikum og ráðgevarum landsins. Úrslitið er, at kirkjurnar lata upp aftur í dag, 1. september.
Tað segði bispur, Jógvan Fríðriksson, við KvF í gjár. Hann vísti á, at eins og við fyrstu bylgjuni við korona, verða aftur hesaferð fleiri avmarkingar, nú møguleikin aftur verður at fara í kirkju sunnudagar. - Ja, tað eru fleiri avmarkingar, og tær eru eftirhondini væl kendar. Talið av fólki, sum sleppur í tær stórur kirkjurnar, er 100. So koma vit niður á 75 og síðan niður á 30 fólk – alt eftir støddini á kirkjuni.
Jógvan Fríðriksson vísti á, at fólk framvegis fara at sita á aðru hvørju brík í kirkjuni, sum hann tók til, eins og tilmælini um frástøðu og reinføri skulu haldast. Ongar konfirmatiónir vóru í vár, og tá varð sagt, at allar konfirmatiónirnar verða í heyst. Hetta ætlar bispur at halda fast við.
- Tað er ógvuliga týdningarmikið fyri tey ungu, foreldrini og fyri okkum sum kirkja, at tey ungu fáa møguleikan til at verða konfirmerað og játta sína trúgv.
Skuldi korona aftur rakt Føroyar, hevur bispur eisini eina loysn, soleiðis sum hann segði við KvF í gjár.
- Um tað nú skuldi hent, at vit koma inn í eina triðju bylgju, áðrenn konfirmatiónirnar verða, er alt, sum talar fyri, at vit fara at bjóða teimum ungu eina alternativa konfirmatión – líka, sum tað ber til at verða dóptur uttan fyri kirkjutíð. Vit ætla sjálvandi at gjøgnumføra konfirmatiónirnar forsvarliga – uttan mun til, hvussu støðan verður.
Sambært heimasíðuni hjá Fólkakirkjuni, sum KvF eisini vísir til, verða konfirmatiónir hvønn sunnudag frá 6. september til 11. oktober. Tilsamans verða konfirmatiónir í 35 kirkjum kring landið. Í nøkrum kirkjum verða fleiri konfirmatiónsgudstænastur sama dag, soleiðis at í mesta lagi 10 konfirmantar verða konfirmeraðir undir somu gudstænastu.
- Vit hava sagt, at í mesta lagi 10 konfirmantar verða til hvørja konfirmatiónsgudstænastu, segði bispur, Jógvan Fríðriksson, við KvF í gjár.










