Tey ungu skilja ikki Bíbliuna

Vit kenna tað øll, at tá vit lesa eina bók, har vit ikki skilja fleiri orð, so verður tað tungt

Í dag - sjálvan 500 ára dagin fyri trúbótina – fáa føroyingar fyri fyrstu ferð eitt Nýggja Testamenti á gerandismáli, kallað “Nýggi Sáttmálin”. Í samband við søguligu útgávuna, varð bókin løgd fram í Norðurlandahúsinum seinnapartin í dag.

 

 

Útgávan er serliga ætlað ungum og teimum, sum ikki eru so væl kend við bíbilsku frásagnirnar, men øll kunna fáa gagn av at lesa hesa nýggu slóðbrótandi útgávu, skrivar Føroyska Bíbliufelagið.

 

 

Tað er Heri Tróndheim, sum hevur týtt “Den Nye Aftale” hjá danska bíbliufelagnum. Onnur hava lisið týðingina, fyri at tryggja trúskap ímóti grundmálinum og at málið er gott føroyskt gerandismál.

 

 

– Fyri tey ungu er tað ein veruligur trupulleiki at duga at skilja, hvat stendur í Bíbliuni, sigur Gunnar Nattestad, aðalskrivari í Bíbliufelagnum við Kringvarpið í kvøld. 

 

 

– Man kann lesa eitt vers, har tey ikki skilja eitt ella fleiri orð í einum versi. Vit kenna tað øll, at tá vit lesa eina bók, har vit ikki skilja fleiri orð, so verður tað tungt. Vit hava gjørt eina gerandisútgávu so tey ungu kunnu kenna seg aftur og vónandi lesa meira, legði hann afturat. 

 

 

Tað er forlagið “Bókin” hjá Føroyska Bíbliufelagnum, sum gevur út. Bókadeild Føroya Lærarafelags hevur ritstjórnað, og Føroyaprent staðið fyri uppseting og prenting. Mentamálaráðið hevur stuðlað verkætlanini.

 

 

– Vit hava ikki á breddanum at týða Gamla Testamenti men tað kemur heilt víst einaferð, segði GUnnar Nattestad eisini.