Tey ungu senda í miðal yvir 341 sms-boð um vikuna. Tað vil siga umleið 50 um dagin. Tað er sjey ferðir so nógv sms-boð, sum tey í aldursbólkinum 30-49 ár senda. Tað er framvegis tey yngri enn 19 ár, ið senda mest sms-boð. Tað vísa nýggj tøl, sum TNS Gallup hevur gjørt fyri donsku telefyritøkuna TDC. Í miðal senda tey ungu 341 sms boð um vikuna. Miðaltalið fyri allar aldursbólkar er 63 sms-boð. Eisini í aldursbólkinum yvir 50 ár, eru eini sms-boð um dagin vanligt.
Hóast høga talið av sms-boðnum er tað einki sum bendir á, at nýtslan av sms-boðum er minkandi.
Sambært hálvársfrágreiðingini hjá danska IT- Telestyrelsen, vaks talið av sendum sms-boðum til heilar 13 milliardir í 2008, sigur TDC við Ekstrablaði.
Í aldursbólkinum 20-29 ár er nýtslan av sms-boðum 102 um vikuna, meðan aldursbólkurin 30-49 ár bert sendir 47.
Í aldursbólkinum yvir 50 ár er talan um 11 sms-boð um vikuna.