Sjey valevni kunnu vera á listanum, men enn eru bara fimm nøvn komin uppá.
Hesi fimm eru: Vilhelm Johannesen, Tummas Lervig, Jógvan Páll Poulsen, Torleif Sigurðsson og Mamy Dahl Sørensen.
Afturat hesum er ein, ið umhugsar seg, og væntar felagið at fáa svar frá hesum sum skjótast.
- Vit høvdu tann sama trupulleikan seinasta ár, sigur Vilhelm Johannesen.
- Vit vita ikki, hví tað skal vera so trupult at fáa fólk at stilla upp. Møguliga kemst tað av, at tey ungu í dag hava ov lítlan áhuga í politikki sum heild. Vit hava roynt at fingið okkurt ungt fólk inn á listan, men tað er so ikki eydnast okkum enn. Tað vísir seg eisini at vera trupult at fáa konufólk á listan, men vit royna okkara besta, greiðir Vilhelm frá.
Í komandi viku skal felagið hava ein enn ein fund um uppstillingina, og vóna teir at fáa listan lidnan til ta tíð.