Landsstýrismaðurin við ferðslumálum ætlar sær ikki at leggja uppskotið um nullhugsjónina í ferðsluni fyri løgtingið í næstum. Hann ætlar sær í staðin at koma við nøkrum ítøkiligum broytingum í ferðslulógini, sum skulu royna at forða fyri, at so nógv ungfólk fáa skaða og missa lívið í ferðsluni. Og so vil hann kanna, um tað ber til at fáa eina endamálsorðing við í ferðslulógina.
? Tað er umráðandi, at vit gera nakað, har vit hava sjónligar trupulleikar í ferðsluni og tað størsta vandamálið eru teir ungu bilførararnir, sum eru yvirumboðaðir í hagtølunum yvir skadd og deyð. Tað vilja vit royna at gera nakað við og fara at brúka okkara orku til tað næstu tíðina, sigur Bjarni Djurholm.
Hann hevur lagt eitt uppskot fyri tingið, har frádømingin av koyrikoyrtinum vegna ov nógva ferð verður herd, og í heyst skal uppskot leggjast fyri tingið um royndarkoyrikort og til tey ungu og eina stigaskipan, har koyrikortið kann koma í vanda, um bilførarar gera fleiri smærri lógarbrot.
Harafturat er ein kunngerð á veg, sum fer at seta munandi størri krøv til tey, sum skulu taka koyrikort.
Eingin nullhugsjónin
Ráðið fyri Ferðslutrygd sigur seg hava fingið eitt lyfti frá Vinnumálaráðnum um, at eitt uppskot um ferðslupolitikk, sum er grundað á eitt álit um nullhugsjónina, skal leggjast fyri løgtingið í hesari setuni. Men soleiðis verður ikki.
? Vit hava viðgjørt hatta og halda ikki, at tað er rætt at gera nú. Vit høvdu eitt aðalorðaskifti um nullhugsjónina, og í áltinum er nógv áhugavert. Sumt kann setast í verk beinanvegin, annað skal fyrireikast betur, og aftur sumt má bíða nøkur ár, sigur Bjarni Djurholm, sum tí útilokar, at eitt lógaruppskot, sum byggir á álitið um nullhugsjónina, verður langt fyri løgtingið nú.
? Vit kundu lagt eitt uppskot til samtyktar, har landsstýrismaðurin heitir á løgtingið um at heita á landsstýrismann um at gera eina lóg, men tað sigur so lítið. Tað er sum at fara út á vegin at spæla eina fanfaru og siga, at tað er melodiurin ? tónin, sum vit øll skulu royna at halda.
Bjarni Djurholm er heldur ikki til reiðar at seta eina skaðanevnd at kanna ferðsluóhapp júst nú.
Landsstýrsmaðurin vil heldur brúka orku til ein stóran ítøkiligan trupulleika ? at tey ungu í stóran mun fáa skaða og lata lív í ferðsluni.
Endamálsorðing í lógina
Landsstýrismaðurin vil ikki viðurkenna, at føroyingar ongan ferðslupolitikk hava, soleiðis sum forkvinnan í Ráðnum fyri Ferðslutrygd hevur ført fram.
? Vit hava ein ferðslupolitikk. Vit liggja ikki á tí latu síðuni, men vit royna veruliga at gera nakað fyri at økja um trygdina á vegunum. Vit hava Ráðið fyri Ferðslutrygd, sum ger eitt gott arbeiði, vit hava løgregluna, Landsverk, kommnurnar, Vinnumálaráðið og Bileftirlitið, sum øll gera nakað fyri at gera vegirnar tryggari.
? Málið skal verða, at skaðarnir í ferðsluni skulu verða so fáir sum yvirhøvur gjørligt, og vit síggja eisini í hagtølunum, at tað arbeiðið, sum hevur verið gjørt í nógv ár av ymsum myndugleikum og stovnum, gevur úrslit. Hetta er ein ferðslupolitikkur. , sigur Bjarni Djurholm.
Hann hevur nú biðið umsitingina hjá sær kanna, um tað ber til at fáa eina endamálsorðing inn í sjálva ferðslulógina.
? Eg eri sum heild ímóti, at lógir hava eina endamálsorðing, men í sambandi við ferðslulógina haldi eg, at tað hevði borið til. Tí hevði tað verið eitt hugskot, at vit settu eina endamálsorðing fyri ferðslupolitikkin í sjálva ferðslulógina, og so arbeiddu við tí sum grundarlagi, sigur Bjarni Djurholm.
? Tað er ómetaliga trist, tá ið vit missa fólk í ferðsluni, men eg ivist í, um vit nakrantíð verða so dugnalig til at smíða lógir og gera skipanir, at eingin fer at fáa skaða í ferðsluni. Málið skal tó vera, at ferðslan skal vera so skaðaleys sum gjørligt, og tað skulu vit arbeiða fyri.