Tey ungu í Klaksvík dansa aftur

Tey ungu undir 18 ár í Klaksvík hava nú fingið ein møguleika til aftur at kunna fara í dans fríggjakvøld. Klaksvíkar klubbi hevur latið dyrnar upp fyri teimum ungu, sum ikki hava havt eitt dansistað síðani í desembur

Klaksvík:
Klokkan var ikki farin meira enn av tíggju fríggjakvøldið, tá tey fyrstu ungu undir 18 ár fyri fyrstu ferð kundu trína inn í nýgjørdu og snotuligu dansihølini í Klaksvíkar klubba. Tey tóktust heldur smæðin í fyrstuni og tung at dansa við. Men sum fráleið út á kvøldið fyltust hølini við glaðum og vælnøgdum tannáringum, sum fegnaðust um henda møguleikan at sleppa í dans. Og tá so nýggi bólkurin úr Klaksvík Mind´s Eye, sum eisini hevur ognað sær ein møguleika afturat at sleppa í Prix Føroyar finaluna við at gerast nummar tvey í seinasta innleiðandi umfarinum, fór á pallin, kom rættuligt lív í ungdómin, og tey tustu út á dansigólvið.
Atburðurin hjá teimum ungu var sera góður, verður sagt úr Klubbanum, og tey fimm starvsfólkini hetta kvøldið høvdu sum so ongar trupulleikar.
Jan Gardar er dagligur leiðari í klubbanum, og tað er hann saman við nevndini, sum hevur tikið stig til hetta. Hann sigur, at kvøldið eydnaðist avbera væl, og at tey ungu skikkaðu sær heilt væl.
? So at siga ongin var nakað serliga ávirkaður, og tey lótu til at hugna sær, og tað er at fegnast um, sigur Jan, sum hevur skipað fyri dansi fyri teimum ungu undir 18 í Klaksvík tey seinastu mongu árini. Tað var eisini hann, sum stóð fyri dansinum í Lognbrá tann tíð tað var.
? Tað er mítt hjartabarn, um ein kann siga tað so, at skipa fyri dansi fyri teimum ungu, sigur Jan, sum heldur tey ungu vera meiri takksamari enn tey eldru, tá tað kemur til dans. Og hann er sera fegin um, at kvøldið eydnaðist so væl. Hann er ein av teimum mongu í Klaksvík, sum hevur verið sera harmur um, at ongin dansur fyri tey ungu hevur verið. Og hann tók stig til hetta saman við nevndini í klubbanum, men gjørt varð samstundis púra greitt fyri teimum ungu, at atburðurin kom at hava alt at siga. Hetta hava tey ungu so tikið til eftirtektar, tí ongin stórvegis trupulleiki var fríggjakvøldið.
Men Jan sigur, at hann hevur ikki tosað við grannarnar enn, so hann veit ikki at siga, um tey vórðu órógvað av teimum ungu hesa náttina. Men Jan hevur ætlanir um at tosa við grannarnar, og fundur verður eisini, har eftirmeting verður gjørd av kvøldinum. Um 150 ung vóru í dansi í klubbanum fríggjakvøldið, og eftirsum at tað eydnaðist so væl, so verður tað helst soleiðis framyvir í Klaksvíkar klubba, at tey ungu eiga dansigólvið fríggjakvøld, meðan tey meiri tilkomnu fáa leygarkvøldið.