Í hesum døgum verða tey tíggju løgini, sum komu víðari í Amnesty kappingini, innspæld. Í millum vinnara løgini er sangurin "sláa styrki saman" hjá ungu klaksvíksingunum Birgir Johannessen og Noel Joensen.
Noel, sum er 20 ára gamal og Birgir, sum er 22, eru yngstu luttakarnir í kappingini.
- Tað var mest sum av tilvild at vit valdu at gera ein sang til kappingina. Eg fekk veruligt blóð uppá tonnina eftir eitt Amnesty tiltak, sum hevði verið í Virkishúsinum í klaksvík miðskeiðis í mai. Eg var rættiliga inspireraður, og aftaná tiltakið, fór eg murrandi heim við einum lagi í tonkunum. Heimkomin skrivaði eg ein tekst til lagið, og ringdi síðani til vinmannin Birgir, sum eg havi sungið og spælt nógv saman við.
Sangurin snýr seg um hvussu nógv fólk í heiminum eru rakt av fátakadømi og hungursneyð. Eitt reglubrot í sanginum sigur "tað er fólk í øllum heimi, í lýða hungursneyð, tú gongur smílandi millum vinir og hugsar ei um tey". Hetta er í stuttum tað sum sangurin snýr seg um, sigur Noel Joensen, sum víðari greiðir frá at hann og Birgir hava roynt at gjørt sangin lættan og fangandi.
Eftirfylgjadi hava teir sett seg í samband við Mikkjal Hvannstein, sum eigur ein stóran part av samanleggingini og demoupptøkuni av sanginum.
- At skriva ein sang til Amnesty er spennandi. Tað sum tey gera og standa fyri, er ótrúliga vakurt og rætt. Vit stuðla teimum so mikið sum vit gera, við at spæla hetta lagið inn og á fløgu, og so fáa tey tað gagn burturúr tí, sum tey nú einaferð fáa, sigur Noel Joensen, sum sjálvandi vónar sangurin verður væl móttikin.
Heiðursgávur til nr. 1, 2 og 3 verða latnar til útgávukonsertina av fløguni tann 10. desember 2011.