Í kvøld klokkan 20 verður eitt serligt tiltak í Christianskirkjuni í Klaksvík. Tá verður nevniliga hildin ein serstøk gudstænasta fyri ung.
Ymist verður á skránni, millum annað fer bólkurin Solo Gratia at framføra. Høvið verður eisini at koma fram at tendra ljós og njóta kvirruna.
Nógvur sangur verður á skránni, eins og altargongd. Vanligt er, at urguleikarin spælir okkurt lag, ella kirkjufólkið syngur ein sang, og uppaftur í øðrum førum er bert tøgn. Men undir altargongdini í kvøld verður lovsangsløta samstundis.
Hanus á Gørðum prestur prædikar.