Video hevur ikki vunnið á útvarpi, hóast YouTube er staðið, har tey ungu lurta eftir nýggjum tónleiki. Tað vísir ein nýggj amerikonsk kanning. Útvarp er framvegis staðið, har tú finnur nýggjan tónleik.
Tað er Nielsen Music Control, ið hava gjørt hesa kanningina, ið vísir, at 48 prosent blíva varug við nýggjan tónleik umvegis útvarp, meðan einans 7 prosent finna nýggjar tónar á YouTube.
Men tá lurtarin hevur hoyrt eitt nýtt lag í útvarpi, velja 64 prosent av teimum ungu at lurta eftir nýggja lagnum inni á YouTube.
Kanningin vísir eisini, at 56 prosent av teimum ungu í Amerika lurta eftir tónleiki í útvarpi, og 53 prosent av teimum plaga eisini at brúka ITunes. Umleið helvtin av teimum ungu, sum vóru við í kanningini, lurta eftir tónleiki á fløgu.
Hóast tað finnast eitt ótal av bloggum, online netverkum og kendum fólkum, ið royna at fortelja, hvønn tónleikabólk ella einstakling tey ungu í dag skulu lurta eftir, so hevur tað ikki ta heilt stóru ávirkanina á tey ungu. Sambært kanningini lurta 54 prosent av teimum ungu heldur eftir tí, sum vinfólkini gera, enn at lurta eftir tí, sum aðrar keldur viðmæla.
Einans 36 prosent av teimum ungu hava seinasta árið keypt eina fløgu, meðan 51 prosent hava keypt tónleik talgilt.
Fløgusølan í Amerika er fallin 3 prosent fyrstu seks mánaðirnar samanborið við 2011, meðan talgilda sølan er vaksin við seks prosentum í sama tíðarskeiði.
.