Tey ungu feldu Edmund

Tað var Unga Sambandið, ið stillaði Lisbeth L. Petersen upp til formansvalið í Sambandsflokkinum. Og tað vóru eisini tær fimm atkvøðurnar hjá Unga Sambandinum, ið avgjørdu valið um formanssessin á landsfundinum fríggjakvøldið

 

Eingin ivi er um, at tað var ungdómurin, ið avgjørdi formansvalið í Sambandsflokkinum fríggjakvøldið.

Tað er nærum hálvt ár síðani, at Unga Sambandið boðaði frá, at tey fóru at skjóta upp valevni til nýggjan formann á næsta landsfundi floksins. Og tey boðaðu eisini frá, at tey ætlaðu, at nýggi formaðurin skuldi vera Lisbeth L. Petersen.

Eftir drúgva umhugsunartíð játtaði Lisbeth at stilla upp til formansvalið, og tað vóru tær fimm atkvøðurnar hjá Unga Sambandinum, sum vóru orsøkin til, at hon fríggjakvøldið gjørdist nýggi formaður floksins.


Tvíbýttur flokkur

Sambandsflokkurin hevur leingi gingið í tveimum fylgjum. Í øðrum fylginum hava verið tey, sum hava stuðla Edmundi Joensen í formanssessinum. Í hinum fylginum hava verið tey, sum ynskja broytingar í flokkinum við einum nýggjum formanni.

Hetta seinna fylgið hevur upp undir formansvalið stuðlað Lisbeth L. Petersen.

Í fylginum hjá Edmundi Joensen vóru limir í valfeløgunum úr Norðoyggjum, Vágum, Suðuroynni, Norðurstreymoynni og tinglimirnir Heðin Mortensen, Felmming Mikkelsen og sjálvsagt Edmund sjálvur.

Í fylginum hjá Lisbeth L. Petersen eru limirnir í Unga Sambandinum, sambandsfelagnum í Suðurstreymoynni, Sambandsfelagnum í Eysturoynni, onkur úr Sambandsfelagnum í Vágum, ein partur av starvsnevndini og tinglimurin Alfred Olsen og Lisbeth L. Petersen sjálv.

Tískil kundi ikki vera talan um annað enn eitt tætt val, sum tað eydnaðist Lisbeth at vinna við góðum stuðuli frá Unga Sambandinum. Hetta var eisini tað, sum Edmund Joensen ásannaði efir, at úrslitið var greitt.