Tey ungu fara á legu

Vatnsoyrar: Umframt at skipa fyri teimum vanligu ungdómsmøtunum í samkomunum Ebenezer í Havn og í Lívdini í Hoyvík hvørja viku, fyrireika tey ungu í samkomuni nú seg til at fara saman á ungdómslegu í Zarepta í Vatnsoyrum.

Evnið á leguni, sum verður vikuskiftið 8. til 10. februar er “Hvat er at óttast Gud?”. Tekningarfreistin er úti 1. februar.