REX hevur nú eisini latið dyrnar upp fyri ungum undir 18, aldursmarkið er lækkað heilt niður í 15 ár. Hettar hevur leingi manglað, tí áðrenn hevur býarlívið hjá teimum ungu bara verið uttanfyri á gøtuni. Men spurningurin er so, hvat hevur hettar at merkja fyri atburð hjá ungdóminum. Fer tað at økja um rúsdrekkanýtsluna millum ung, nú tá ið tey hava fleiri møguleikar í býarlívinum.
Vit spurdi eigarin Rúna Djurhuus um, hvussu REX framyvir fer at fyrihalda seg til ung og alkohol í teirra diskoteki.
- Vit hava einki skeinkiloyvi í REX longur, so einki rúsdrekka verður selt frá okkum. Tó kunnu vit einki gera við, um ung koma ávirka inn í okkara høli, sigur hann.
Spurdur um tey so blanda seg upp í, um ung drekka inni í REX svarar hann.
- í REX hava vit strangar reglar um, at tað ikki er loyvt taka glas fløskur inn við. Annars blanda vit okkum ikki upp í, hvat tey ungu gera, hettar er hundrað prosent upp til foreldrini, sigur Rúni Djurhuus.