Tey átufreku sleppa at liva

Tað hevur leingi verið ynski hjá Fiskaaling at kunna staðfesta, um rognkelsi hevur etið lús, uttan at drepa lúsafegin rognkelsi

Í samband við, at rognkelsi er vorðið ein týðandi liður í herferðini móti laksalús, bjóðar Fiskaaling eina tænastu til føroysku alivinnuna, sum staðfestir, um rognkelsi trívist, hevur nøktandi umstøður og ikki minst - um tað etur lús.

 

Vanliga mannagongdin er, siga tey á Fiskaaling, at rognkelsi verður dripið, áðrenn hugt verður í magan fyri at staðfesta, um fiskurin hevur etið laksalús.

 

- Søgur hava javnan verið frammi um, at fleiri enn hundrað lýs eru funnar í rognkelsimaga. At neyðugt er at drepa nógvar lúsaátarar fyri at fáa hetta staðfest, er ikki sørt óheppið, tí tað eru júst slík lúsafegin rognkelsi, sum gera nyttuna, og sum ynskiligt er at seta við.

 

Lagt verður aftrat, at í Noregi verður magaskol brúkt fyri at fáa eitt mát fyri, hvussu virkin rognkelsini eru - og fyri at sleppa undan at drepa tey.

 

- Ein slanga verður løgd niður í magasekkin, og vatn verður sproytað niður og sogið uppaftur. Hetta verður endurtikið fleiri ferðir, áðrenn magainnihaldið er fingið upp.

 

Víst verður á, at henda mannagongd hevur fingið hvassar atfinningar, og í mars 2016 kom norska Mattilsynet til ta niðurstøðu, at magaskoling var í stríð við djóravælferðarlógina og mælti til, at fiskurin verður dripin.

 

Tað hevur leingi verið ynski hjá Fiskaaling at kunna staðfesta, um rognkelsi hevur etið lús, uttan at drepa lúsafegin rognkelsi, samstundis sum djóravælferð er í hásæti.

 

- Vit hava brúkt nógva orku upp á hesa avbjóðing og hava nú ment ein nýggjan kanningarhátt, sum ger hetta møguligt.

 

Á Fiskaaling siga tey, at í nýggju mannagongdini verða sýni tikin av svølgvætuni/magaflotinum, sum síðan verða DNA kannað fyri at staðfesta, um rognkelsini eru lúsaátarar.

 

- Nýggi kanningarhátturin gevur okkum møguleika at taka nógv sýni upp á stutta tíð, og tískil ber betur til at fáa eitt skjótt yvirlit yvir lúsaát, og eina heildarmynd av umstøðunum á einum aliøki, samstundis sum vit halda lúsaátufrek rognkelsi á lívi, vita tey á Fiskaaling at siga.