Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, harmast um, at tað ikki eydnaðist at koma á mál við eini samgongu ímillum Javnaðarflokkin, Sambandsflokkin og Framsókn.
Tað er alment, at tað var ríkisveitingin, sum skilti partarnar. Framsókn fór til val upp á, at ríkisveitingin skal lækkast miðvíst eftir eini fastari skipan og í valstríðnum hevur hon nevnt, at hon skal lækka 25 milliónir um árið.
Hinvegin hevur Sambandsflokkurin ikki viljað hoyrt talan um, at skerja ríkisveitingina. Men í tíðundum á FM1 á miðdegi avdúkaði Bárður á Steig Nielsen, at Sambandsflokkurin var til reiðar at bróta eitt grundleggjandi prinsipp hjá flokkinum og sostatt vóru tey sinnað at góðtaka, at ríkisveitingin varð lækkað.
Hann vil ikki seta krónutal á, men hann sigur, at tað var ikki nóg mikið fyri at fáa eina samgongu. So táið roynt varð at trýsta Sambandsflokkin til eina enn størri lækking, fóru tey út um mark og tí slitnaðu samráðingarnar í gjárkvøldið.
Bárður á Steig sigur, at annars vóru flokkarnir samdir um fleiri fleiri stórmál. Men hann sigur, at fyri at fíggjarliga roknistykkið skal ganga upp, er tað ikki forsvarligt at skerja inntøkurnar ov nógv, sigur hann.
So tá ið kravið kom at skerja ríkisveitingina meiri enn Sambandsflokkurin helt vera forsvarligt, helt formaðurin í Sambandsflokkinum, at stundin var komin til at tey trektu seg.
Hann sigur kortini, at hann hevur ikki mist vónina um, at Sambandsflokkurin fær møguleikan aftur at koma í eina samgongusamráðing. Men hann sigur, at tey eru ein sambandsflokkurin og at tað má síggjast aftur í einum samgonguskjali.