Tey trý sjúkrahúsini skulu hava nýtt navn

Sirið Stenberg vil seta eina striku í sandin og fara undir eina nýggja byrjan

 Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum roynir nú at finna ein nýggjan samleika fyri okkara heilsuverk.

 

Og og tí sambandi er eisini ætlanin at finna eitt nýtt navn fyri tey trý sjúkrahúsini.

 

Hon hevur lagt eina menningarætlan fyri Sjúkrahúsverkið fyri Løgtingið og nú skal støða takast til, hvussu sjúkrahúsini skulu skipast.

 

Sjálv heldur Sirið Stenberg, at tað er neyðugt at øll trý sjúkrahúsini verða løgd saman í eina skipan, tí hon heldur, at hetta er ein fortreyt fyri at sjúkrahúsini kunnu samstarva og fyri at virksemið ímillum tey kann samskipast.

 

Tí heldur hon, at øll trý sjúkrahúsini skulu hava eina felags leiðslu, har ein ovasti stjóri skal setast fyri alt sjúkrahúsverkið og hann skal so manna eitt leiðslutoymið fyri sjúkrahúsverkinum saman við stjóranum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og stjóranum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

 

Og tað skal vera í seinasta lagi á nýggjárinum.

 

– Eg vil, at vit nú seta eina striku í sandin og fara undir eina nýggja byrjan fyri okkara sjúkrahúsverk, sigur hon.

 

Men tað er ikki yvir at dylja, at mótstøða hevur verið frá politikarum í Norðoyggjum ímóti at leggja sjúkrahúsini saman.

 

– Snávingarsteinar eru á øllum leiðum, og allar broytingar krevja dirvi av leiðslum, starvsfólki og ikki minst av politisku skipanini, sigur hon.

 

Men hon sigur, at ein partur av hesum at sameina sjúkrahúsverkið, er at geva sjúkrahúsverkinum ein nýggjan samleika

 

– Eftir mínari metan hevur tað týdning fyri sjúkrahúsverkið, at tað verður ein felags samleiki fyri alt sjúkrahúsverkið, sigur hon

 

Hon sigur, at ein partur av tí er, at sjúkrahúsverkið skal hava eitt nýtt felags navn, sum umfatar alt sjúkrahúsverkið.

 

Hon sigur, at enn er avger ikki tikin um, hvussu farast skal fram í hesum føri, men hon væntar, at tey fara at útskriva eina navnakapping um, hvussu føroyska sjúkrahúsverkið skal nevnast.