Tey tilnevndu: Ársins áleyparar

Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins áleypari hjá kvinnum og monnum

Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins áleypari hjá kvinnum og monnum:

Tær tilnevndu til ársins áleypari eru:

Emma Hansdóttir, B36

Hanna I. Højgaard, ÍVB

Mona Rasmusdóttir, ÍVB 

Teir tilnevndu til ársins áleypara:

Petur Knudsen, NSÍ

Klæmint A. Olsen, NSÍ

Uros Stojanov, ÍF

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Byrjað verður at senda klokkan 20.