Tey tilnevndu: Ársins landsliðsspælari

Her sært tú hvør er tilnevndur sum ársins landsliðsspælari hjá kvinnum

Mikukvøldið 9. desembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2020, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2020 verður á Hotel Brandan. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

Í ár skal eisini veljast árins landsliðsspælari hjá kvinnum. Tað verður valt annaðhvørt ár til menn og kvinnur, tí tað passar við undankappingarnar. Í hesum førinum skal veljast ársins landsliðsspælari fyri EM-undankappingina.

Tær tilnevndu til ársins landsliðsspælari:

Ásla Johannesen, FC Nordsjælland

Jacoba Langgaard, ÍVB

Heidi Sevdal, NSÍ