Tey tilnevndu: Ársins spælari hjá monnum 2022

Hesir eru tilnevndir til ársins spælari hjá monnum 2022

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð á Tórsvølli í gjár

Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.

 

FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins spælari hjá monnum.

 

Teir tilnevndu til ársins spælari hjá monnum eru:

 

Árni Frederiksberg, KÍ

 

Jóannes Bjartalíð, KÍ

 

Sølvi Vatnhamar, Víkingur

 

Mynd: (Hans Erik Danielsen/FSF) Sølvi Vatnhamar og Jóannes Bjartalíð á Tórsvølli í gjár