Hóskvøldið 10. novembur klokkan 20 verður Fótbóltsgalla 2022, sum Miðlahúsið og FM1 skipa fyri í samstarvi við Fótbóltssamband Føroya. Fótbóltsgalla 2022 verður á Parnassinum á Hotel Hafnia. Talan er um eitt tiltak, har tey bestu í farna kappingarárinum verða heiðraði fyri síni avrik.
FM1 sendir beinleiðis frá tiltakinum. Her á In.fo fara vit at kunngera tey tilnevndu. Vit eru nú komin til ársins landsliðspælara 2022. Hetta er ein heiður, sum verður latin fyri hvørja kapping. Í ár hevur kvinnulandsliðið rundað EM-undankapping, og menninir hava spælt Nations League.
Tær tilnevndu til ársins landsliðsspælara hjá kvinnum eru:
Birita Ryan, KÍ
Heidi Sevdal, NSÍ
Jensa Tórálvsdóttir, Víkingur
Teir tilnevndu til ársins landsliðsspælara hjá monnum eru:
Viljormur Davidsen, Helsingborg (Svøríki)
Jákup B. Andreasen, KÍ
Jóannes Bjartalíð, KÍ