Tey taka sær av síðstu ferðini

Frá tí løtu vit andast, til vit eru farin til jarðar eru nakrir sera týdningarmiklir persónar um okkum. Vit hava tosað við tey, sum hava hesa uppgávu at taka sær av, at okkara síðsta ferð her á foldum gerst so virðilig sum gjørligt

Flestu okkara hava helst verið í hesi støðu. Ein av okkara kæru hevur drigið síðsta andan, og eftir sita vit - tóm og spyrjandi.

Í hesi løtu eru praktiskir spurningar einki, vit vilja hugsa um. Men fyrr ella seinni koma teir kortini - bønarhald, sangir, líkverja, prestur, gravarferð, blómur - alt skal greiðast, og helst innan nakrar fáar dagar eftir, at ein vit elskaðu, er farin frá okkum.

Nú á døgum doyggja nógv á sjúkrahúsinum. Anni Lützen, trissa og Zacharias Thomasen, portørur á Landssjúkrahúsinum hava til starv at gera dagarnir eftir at ein persónur er andaður so virðiligar sum gjørligt.

Anni hevur starvast sum trissa í átta ár, og Zacharias hevur verið portørur ella sjúkraflutningsfólk í 20 ár. Bæði elska sítt starv, og bæði hava sum gerandisdag at møta deyðanum.

- Deyðin er ein partur av lívinum, eg firnist ikki fyri tí, sigur Anni Lützen.

- Man venur seg aldrin við hetta starvið, men man lærir at takla tað.


Oman í sekstímastovuna

Anni er tann, sum ofta tekur telefonina, tá sjúkrasystrarnar ringja frá deildini og siga, at ein persónur er deyður. Hon setir seg í samband við portørarnar, sum síðani flyta líkið oman í sekstímastovuna.

- Sjúkrasystrarnar á deildini gera tey klár, vaska teimum og raka um tað er neyðugt. Ofta eru tey avvarðandi við til hetta, greiður Zacharias Thomasen frá.

Tá teir seks tímarnir eru gingnir frá tí at persónurin er deyður, skal lækni kanna og staðfesta deyðan aftur - sokallað rigo mortis.

Um tey avvarðandi vilja síggja persónin, verður tað oftani gjørt í sekstímastovuni.

Tá er tað trissurnar, sum vísa fram og taka sær av teimum avvarðandi.

- Vit geva okkum góða tíð, so at løtan skal gerast so góð sum gørligt. Summi eru bangin, og vilja ikki inn í rúmið, har tann deyði er. Tað er eingin sjálvfylgja at fara inn til eitt lík, men vit spyrja, um vit skulu koma við, og oftani fara tey inn, greiður Anni Lützen frá.



Virðilig viðferð

Hon og Zacharias Thomasen venda oftani aftur til orðið »virðing«. At alt skal ganga so virðiliga fyri seg sum gjørligt er nakað, tey bæði leggja sera stóran dent á.

- Vit hava sum prinsipp, at man ongantíð er einsamallur um eitt lík. Hetta fyri at varðveita respektina fyri persónin, sum liggur har, sigur Zacharias.

Portørarnir lata tey deyðu í líkverjuna og leggja tey í kistuna. Tey avvarðandi vilja viðhvørt, at persónurin skal latast í troyggjuna, klædningin ella hálvhosurnar, hann ella hon altíð plagdi at brúka. Onkutíð vilja tey, at ein lítil heilsan skal niður í kistuna.

Anni og Zacharias eru bæði á einum málið um, at tað ringasta við hesi uppgávu er, tá tað eru ung fólk ella børn, og tá tað eru vanlukkur, sum hava kravt mannalív.

- Tá eg byrjaði sum portørur var eg biðin um at taka mær av eini gentu, sum var deyð í eini knallertvanlukku. Vit gingu á Handilsskúla saman, so tá spurdi eg, um eg ikki kundi sleppa undan, og tað slapp eg, fortelur Zacharias.


Inn í kølirúmið

Tá tey avvarðandi hava sæð tey deyðu, og læknin hevur staðfest deyðan, verða líkini flutt inn í kølirúmið á Landssjúkrahúsinum.

Kølirúmið heldur eini 3-4 stig, og har kunnu upp til seks kistur standa samstundis.

Um nakar ivi er um deyðsorsøkina verður obduktón framd. Patologur starvast fast úti á sjúkrahúsinum.

Tá kistan fer av Landssjúkrahúsinum verður ofta ein andakt hildin í kapellinum. Har kunnu tey avvarðandi velja, um tey skulu hava lokið á ella av kistuni.

- Tey flestu velja at hava lokið av kistuni, sigur Anni Lützen.

Í kapellinum eru tað tvær kapelldamur, ið taka sær av andaktini saman við sjúkrahúsprestinum.

Tá kistan er farin av sjúkrahúsinum er uppgávan hjá Anni og Zacharias at enda komin.



Næsta vika - vit tosa við Hermann Eysturoy, einasti biðimaður í Føroyum.